Símun Jóhannus Poulsen, Klaksvík, ættaður úr Hvannasundi andaðist Hvítusunnudag á Norðoya Røktarheimi, 85 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi hóskvøldið klokkan 18 heim í Kristianskirkjuna. Jarðarferðin verður fríggjadagin klokkan 13 úr Kristianskirkjuni. Sungið verður úr sálmabókini
Hjallgrím Magnussen, fyrrverandi løgreglumaður, Tórshavn, ættaður úr Trongisvági andaðist á Landssjúkrahúsinum 2. Hvítusunnudag, 79 ára gamal. Kistan fer úr Landssjúkrshúskapellinum hósdagin klokkan 18.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni fríggjadagin klokkan 13.
Rigmor Jacobsen, Klaksvík, andaðist 2. Hvítusunnudag á Norðoya Røktarheimi, 92 ára gomul. Kistan fer úr kapellinum hóskvøldið klokkan 19.
Jarðarferðin verður úr Kristianskirkjuni fríggjadagin klokkan 14.30.
Eli Poulsen við Neyst, Hvalba, andaðist á Landssjúkrahúsinum týsdagin, 87 ára gamal. Farið verður úr Landssjúkrahúskapellinum hósdagin klokkan 16. Jarðarferðin verður úr Vitninum í Hvalba leygardagin klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Eli kunnu lata Zarepta eina gávu.
Kelda: Útvarp Føroya