André: KÍ vinnur 1-0

HB-KÍ: Tað tippar ítróttarskrivarin hjá Miðlahúsinum

Í dag verður klasikkarin í føroyskum fótbólti, tá HB tekur móti KÍ í 20. umfari í Effo-deildini. André Olsen, ítróttarskrivari í Miðlahúsinum, væntar at KÍ vinnur.

 

Les eisini: Rógvi Jacobsen um HB-KÍ

 

- Talan er um eitt brak av einum dysti, og tvey lið sum eru full av sjálvsáliti. KÍ hevur vunnið 11 ferðir í teirra seinastu 12 dystum, meðan HB kemur til dystin við 5 sigrum á rað. Teir fimm sigrarnir hjá HB hava tó verið móti fimm teimum niðastu liðunum, harav fýra av teimum hava verið á heimavølli. Tað hevur tí ikki ikki verið óvæntandi alla tíðina at HB fór at vinna teir dystirnar, sigur André Olsen og leggur afturat:

 

- Men HB hevur fyrr í ár víst, at teir hava havt trupulleikar við at vunnið móti teimum ovaru liðunum í deildini. Einastu undantøkini eru sigrarnir móti NSÍ og KÍ í fyrsta og triðja umfari av kappingini, sum var áðrenn tey bæði liðini av álvara komu í gongd, sigur André Olsen, sum væntar fá mál.

 

- HB hevur seinastu dystirnar fingið etablerað verjuna væl við Jóhan T. Davidsen og Fróða Benjaminsen, sum eru millum sterkastu verjupør í landinum. Eg trúgvi tí at teir koma at klára at standa væl ímóti sterka KÍ álopinum. Men KÍ hevur skora í hvørjum einasta dysti í ár, og tí vænti eg ikki at HB klárar at halda nullið móti KÍ. Eg haldi at soleiðis sum KÍ verjan hevur staðið higartil í ár, at teir eru væl sterkari enn offensivið hjá HB. Dugi ikki orduliga at ímynda mær at teir fara at lata nógv mál inn móti HB sunnudagin, metur ítróttarskrivarin í Miðlahúsinum, sum gevur KÍ munin

 

- Eg tippi tí at KÍ vinnur ein smalan útisigur í Gundadali, og fær ein lyklasigur í FM-stríðnum. Tippi at dysturin endar 1-0 til KÍ, sigur André Olsen at enda.

 

Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum.

 

Effo-deildin 20.umfar:

HB – KÍ (15.00) Beinleiðis á Rás2

Skála – NSÍ (15.00) Beinleiðis á Rás2

TB – AB (15.00)

B68 – B36 (15.00)