Tað hevur verið tungt hjá EB/Streymi, sum rakti botnin síðsta sunnudag, tá ið TB fór úr Hólmanum á Eiði við 1-0 sigri. Í dag vendi tað øðrvísi, og tað var stórur lætti hjá Sigfríða S. Clementsen og hansara monnum, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, og máltalvan vísti 2-0.
EB/Streymur skoraði bæði málini fyrsta stóra hálva tíman, og tað vóru tveir at veteranunum og stuðulsspælarunum, sum skoraðu málini.
EB/Streyma liðformaðurin og miðverjin Andras Ó. Olsen setti hol á, tá ið smáir 20 minuttir vóru farnir. Gutti Dahl-Olsen legði við horna inn fyri úr vinstru, og Andras rann framum fremra stólpan og snittaði við høvdinum bóltin í málið.
Inntil tá hevði tað gingið javnt á, og gongdin helt fram at vera tann sama. Tá ið ein hálvur tími var farin, økti heimaliðið um leiðsluna, og tað vísti seg at vera heilt avgerandi. Vongverjin í høgru Bergur Poulsen legði flatt innfyri úr høgru, og við fremra stólpa var Rógvi Egilstoft, sum var framrættaður í vinstru, fyrstur á og stýrdi bóltin dygst inn við stólparótini.
Eftir steðgin var B68 nógv í álopsstøðu, og Mohamed Samba sneiddi seg ofta leysan í høgru. Innleggini vóru fleiri ferðir neyv og góð, men Andras Ó. Olsen og hansara menn vunnu luftbóltarnar, og teir vóru væl skipaðir, tá ið toftamenn løgdu flatt innfyri.
Heimasigurin ber við sær, at EB/Streymur hevur 13 stig, og tað eru fýra stig aftur til niðurflytingarstrikuna. B68 hevur 11 stig.
Um tvær vikur fer EB/Streymur í Gundadal at hitta B36, og tá fær B68 vitjan av KÍ.