Síðsta bríksl hevur ljóðað í fína veðrinum við Margáir, og máltalvan vísir 2-1. Sjálvandi er tað fagnaður í heimaleguni, og tað er einki at undrast á, at teir eru vónbrotnir og hanga við høvdinum í B68 leguni.
Hálvleiksstøðan var 1-1, og sum seinni hálvleikur leið, so vóru tað fleiri spentar støður frammanfyri heimamálið. Átta minuttir undan leikloki fall avgerðin, tá ið liðformaðurin hjá heimaliðnum, miðverjin Andras Ó. Olsen, skoraði sigursmálið.
Sunnudagin var tað, eftir at Andras Ó. Olsen eftir fríspark stútaði í tvørtræið, og Gutti Dahl-Olsen var fyrstur á returbóltinum, at EB/Streymur vann 1-0 ímóti AB.
Og í dag var Andras Ó. Olsen aftur avgerandi, tá ið hann skoraði sigursmálið. Hetta var tíggjunda málið í bestu deildini hjá Andrasi, sum hevur spælt 112 landskappingardystir í bestu deildini. EB/Streymur sendi fríspark fram úr høgru, og við handara stólpa var B68 málverjin óheppin, og so kastaði EB/Streyma liðformaðurin seg fram og skoraði.
Tá megnaði B68 ikki at reisa seg og svara aftur, og tá ið Boubacar Dabo, sum annars var sera eyðsýndur, sá gula kortið fyri aðru ferð, varð møguleikin uppaftur minni.
Tað var nógv millum brotsteigarnar báðar tað mesta av tíðini, og fyrsta góða møguleikan fekk heimaliðið, tá ið eitt korter var farið, men Tóki H. Johannesen sendi eftir innlegg úr høgru bóltin skeivu megin handara stólpan.
Tá ið ein hálvur tími var farin, vórðu skorað tvey mál. Tað fyrra skoraði B68, tá ið Lukas< Cieslewicz umsetti brotsspark til mál. Og toftamenn høvdu ikki fingið hendurnar niðuraftur, tá ið heimaliðið svaraði aftur. Filip Djordjevic var púra leysur undir málinum, tá ið hann eftir innlegg frá Jóhann Hansson Joensen setti bóltin í málið.
EB/Streymur hevur 13 stig fyri 8 dystir, og B68 hevur fimm stig fyri átta dystir.