Andreas Andreasen tekniskur stjóri í Klaksvík

Fíggjarnevndin í Klaksvíkar kommunu hevur gjørt av, at seta Andreas Andreasen í starv sum tekniskan stjóra í Klaksvíkar kommunu

Andreas Andreasen er 45 ára gamal og búsitandi í Klaksvík.

 

Hann er útbúgvin húsasmiður, hevur lokið útbúgving sum byggifrøðingur í 2015 og Cand.Tech i bygningsdatafrøði í 2018. Harumframt hevur Andreas drúgvar royndir frá tekniska økinum í kommununi. Seinastu 4 árini hevur hann starvast sum verkætlanarleiðari á teknisku deild hjá Klaksvíkar kommunu.

 

Níggju umsóknir vóru til starvið.

 

Andreas Andreasen tekur við starvinum 1. oktober.