Andreas F. Hansen talar at: Fáið høvdið úr sandinum

Venajrin hjá KÍF heldur at Hondbóltssambandið skal enda kappingina nú

Andreas F. Hansen, venjari hjá KÍF, hevur sent Ítróttasambandi Føroya og Hondbóltssambandinum eitt skriv, har hann heitir á Hondbóltssambandið um at fáa høvdið úr sandinum og síggja veruleikan í eyguni.

- Tað hevur ikki týdning, at kappingarárið verður spælt liðugt fyri ein hvønn prís. Takið eina endaliga og skilagóða avgerð, og fá ein enda á kappingarárið 2019/20 beinanvegin, sigur Andreas F. Hansen.

Tað er JN.fo, sum hevur fingið fatur á skrivinum, har venjarin hjá KÍF millum annað vísur til tríggjar spælarar á liðnum, ið ikki halda at tað er eitt gott hugskot at byrja aftur. Her verður víst á at tveir trupulleikar. Koronasmittan og venjingarstøðan hjá spælarunum. Tað er nú skjótt seks vikur síðani at spælararnir hava vant undir vanligum umstøðum.

Ingi Olsen mælir eisini til at gevast

Á Facebook-síðuni ”Hondbóltskjak”, har tey flestu í hondbóltsumhvørvinum eru limir, hevur Ingi Olsen, fyrrverandi spælari og venjari, eisini sett spurnartekin restina av kappingini. 

- Flestu sum viðmerkja um hondbólt fyri tíðina eru ikki leikarar. Tað kundi verið stuttligt at hoyrt frá leikarunum, sum nú ikki hava kunna vant ordiligt í langa tíð. Hoyri at fleiri leikarar eru "bangnir" um at økslin fer ein vissan veg eftir fyrstu vikuna. At leikarar eru ørkimlaðir yvir, at teir ikki sleppa at venja fysiska venjing - í hvussu ikki í Fitness sentrum, um tilmælini frá heilsumynduleikunum skulu fylgjast. Teir leikarar eg havi tosað við og tað eru nokk so nógvir - vildu nokk helst at kappingin endar. Líka sum í nærum øllum Europa. Men tað er sjálvandi ikki nøkur sjálvfylgja, at vit skulu gera sum øll hini. Men tað bilar nú ikki at hyggja rundan um seg, skrivar Ingi Olsen og leggur afturat: 

##med2##

- Um so er, at kappingin skal takast upp aftur, so vóni eg, at tað verður gjørt soleiðis, at leikarar fáa bestu umstøður at koma í rímiligan form aftur. Annars koma vit at síggja skaðar í hópatali. Og tað kunna væl gerast skaðar, sum eru so álvarsamir, at tað gongur útyvir komandi kapping.

Hondbóltssambandið hevur boðað frá, at ein nærri kunning um restina av kappingini verður send feløgunum nú eftir Páskir.