Tað gekk av skriðuni hjá Fremad Amager í dystinum ímóti Fredericia í gjár. Fremad Amager byrjaði dystin væl, men so tók Frederica fullkomiliga yvir og legði seg á odda 3-0 áðrenn hálvleik. Fremad Amager minkaði í seinna hálvleiki, men tað endaði við einum 5-1 tapi. Andrew av Fløtum hevur ikki spælt við hjá Fremad Amager seinastu dystirnar, og hann var heldur ikki á vøllinum í gjár, hóast hann var við í hópinum til dystin.