Í kvøld leiktu føroyski málverjin, Andri K. Hansen og liðfelagar hansara 1. uppflytingar-hálvfinaluna móti Jonn Róa Torfinnssyni og liðfeløgum hansara í Þór Akureyri í næstbestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Fjölnir vann á heimavølli sannførandi 30-22. Í fyrra hálvleiki var Þór munandi betri við, og í steðginum var Fjölnir bert á odda 14-13.
Jonn Rói gjørdist við fýra málum næstbesti málskjúttin hjá Þór. Andri var noteraður fyri 11 bjargingar í málinum hjá Fjölni.
Liðini møtast aftur á Akureyri mánakvøldið til seinna dystin. Samlaði vinnarin møtir Víkingi Reykjavík í finaluni um rættin at spæla í bestu deildini komandi kappingarár.