Andri og liðfelagarnir í Fjölnir máttu lúta í fimtu uppflytingarfinaluni

Víkingur Reykjavík knógvaði ein 23-22 (12-10) sigur heim í fimtu og avgerandi uppflytingarfinaluni móti Fjölnir

Dreymurin hjá Andri Kristianson Hansen og liðfeløgunum í Fjölnir at flyta upp í bestu íslendsku hondbóltsdeildina brast í kvøld, men sigast skal, at teir góvu Víkingi Reykjavík ein skarpan gang til seinasta bríksl.

 

Víkingur Reykjavík, ið hevði heimavøll í fimtu og avgerandi uppflytingarfinaluni vann tepurt 23-22 (12-10). Halldór Ingi Jónasson skoraði sigursmálið fyri Víking í seinasta sekundinum av dystinum, og var fagnaðurin ovurhondsstórur hjá heimafólkinum.

 

Víkingur vann tvær tær fyrstu uppflytingarfinalurnar greitt, men so reisti Fjölnir seg sum fuglurin Føniks, og vann tvær tær næstu uppflytingarfinalurnar, so tað stóð á jøvnum 2-2. Í undanfarna dysti fór tað bæði til tvær ferðir longda leiktíð og brotskastskapping, og í kvøld manglaði bert eitt sekund í, at tað aftur gjørdist talan um longda leiktíð.

 

Bergur Bjartmarsson var fyrsti málverji hjá Fjölnir í kvøld, men Andri slapp hendinga løtur inn á vøllin at royna seg. Andri hevur tó vart málið nógv í grundspælinum og í teimum fyrstu uppflytingarfinalunum. 

 

Í stuttari viðmerking til in.fo sigur Andri: - Tað er ein keðulig kensla at sita eftir við aftaná fimtu uppflytingarfinaluna, tí vit vóru so nær við at vinna okkum pláss i bestu deilduni komandi kappingarár. Hetta hevur verið eitt spennandi og mennandi kappingarár. Bæði fyri meg persónliga, og ikki minst sum hondbóltsleikara, sigur Andri.