Eftir trý tap á rað eydnaðist tað í dag aftur hjá B68 at vinna fulla úrtøku.
Toftamenn vóru suðuri í høvuðsstaðnum og inni í Vika á Argjum, har AB tók ímóti.
Undan hesum dystinum hevði B68 11 stig, meðan AB framvegis ikki hevði fingið fyrsta stigið.
Í dag var einki at rafla um hjá toftamonnum.
B68 vann 5-2, og toftamenn skoraðu øll síni mál í fyrra hálvleiki, meðan AB skoraði síni bæði mál í seinna hálvleiki.
Hjá B68 var Andri Benjaminsen sera eyðsýndur. Hann skoraði trý mál og harvið hattrikk, og hann legði upp til málið, sum Andrija Radovanovic skoraði.
Liðformaðurin Óli H. Olsen skoraði til 4-0.
Eisini í seinna hálvleiki hevði B68 fleiri atsóknir, men tá eydnaðist tað ikki at fáa bóltin í málið aftanfyri Bjarka Vitals Mørk í AB málinum.
Petur Frank Holm minkaði um munin til 5-1 fimm minuttir eftir steðgin. Ragnar Rasussen átti uppleggið, og Jóhannes Dalsgaard minkaði um munin til 5-2, tá ið ein tími var farin. Tá var tað innskifti Brandur Jákupsson, sum átti uppleggið.