Andrias Hansen nýggjur leiðari á Sólteigi og Eysturstræti

Andrias Hansen er settur sum nýggjur leiðari á sjálvognarstovninum Sólteigur og Eysturstræti

Hann tekur við eftir Rasmus Patursson, sum nú leggur frá sær vegna aldur, eftir at hava verið leiðari á sjálvsognarstovninum síðan 1. apríl 1985.

Andrias hevur drúgvar royndir innan psykiatriska økið. Í heili 20 ár hevur hann starvast á økinum. Hann hevur starvast bæði á stongdari og opnari deild, í sosialpsykiatriini og nú seinastu árini í Fountainhúsinum. 

Eisini hevur Andrias hevur starvast á ymsum stovnum í Danmark, áðrenn hann hann kom heim aftur til Føroya í 2009 og fór á Psykiatriska Depilin at arbeiða.

Andrias er útbúgvin ergoterapeutur og hevur leiðsluroyndir á ergoterapiini á Psykiatriska Deplinum.

Hann er 50 ára gamal.

Andrias byrjar í starvinum 1. oktober 2023.