Føroyski landsliðsleikarin, Andrias Edmundsson hevur í dag spælt fyrsta dystin fyri Wisla Plock, ið spælir í næstbestu pólsku fótbóltsdeildini.
Andrias spældi fyrra hálvleik í venjingardystinum Wisla Plock spældi móti Polonia.
Tað gekk væl í fyrra hálvleiki hjá Andriasi og liðfeløgunum. Teir vóru á odda 1-0 í steðginum við máli, ið Mateusz Lewandowski skoraði.
Tað gekk verri hjá manningini hjá Wisla í seinna hálvleiki, tí endin var, at Polonia vann dystin 3-1.
Komandi hósdag klokkan 13 spælir Wisla Plock venjingardyst móti Pruszkow, ið eisini spælir í næstbestu pólsku deildini.