Andrias Edmundsson spældi allan dystin í verjuni hjá Chojniczanka, tá teir á heimavølli tóku móti Rzeszow úr næstbestu pólsku fótbóltsdeildini í dysti í pólsku steypakappingini.
Tá 27 minuttir vóru farnir av dystinum var Rzeszow á odda 2-0.
Tá bert tveir minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki minkaði Alef Firmino til 1-2, og beint áðrenn vanliga leiktíðin var farin javnaði Damian Nowacki til 2-2. Í millumrúminum millum bæði málini brendi Piotr Giel eitt brotsspark fyri Chojniczanka.
Best sum Chojniczanka gjørdi klárt at spæla longda leiktíð skoraði Rzeszow tveir minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.
Rzeszow fekk ein mann útvístan tá 77 minuttir vóru leiktir, og tí var tað eyka súrt fyri Andrias og liðfelagarnir, at dysturin ikki fór í longda leiktíð.
Chojniczanka kann nú fokusera fult og heilt upp á kappingina í triðbestu pólsku deildini. Komandi leygardag spælir Chojniczanka á útivølli móti Hutnik Krakow.
Chojniczanka er nummar 12 í deildini við 12 stigum.