Føroyski verjuskansin, Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Chojniczanka eru farnir í holt við at fyrireika til kappingina í triðbestu pólsku fótbóltsdeildini, ið verður tikin upp aftur 24. februar.
Leygardagin fekk Andrias 80 minuttir á vøllinum tá Chojniczanka vann 3-2 á Lechia Gdansk.
Chojniczanka var aftanfyri 1-2, men megnaði at knógva sigurin heim. Støðan var 3-2 til Chojniczanka tá Andrias fór av vøllinum.
Chojniczanka spælir aftur venjingardyst komandi fríggjadag. Hesaferð móti LKS Lodz.
Chojniczanka skal spæla, ið hvussu er fýra venjingardystir aftrat áðrenn kappingin í triðbestu deildina byrjar aftur.