Andrias Petersen í demokratiskum valstríði

? Valstríðið er heilt øðrvísi, enn vit kenna tað her heima. Í gøtunum í New York sæst púrt einki til valstríðið. Her er ikki ein einasta plakat, ongar lýsingar á bussunum ella nakað líknandi. Valstemningurin er nærmast óinteressantur, burtursæð frá sjónvarpinum. Seinastu vikurnar hevur Andrias Petersen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, verið á ST aðalfundi í New York, har hann hevur upplivað endabrestin á amerikanska valstríðnum

Tíðindaskriv
? Tað, sum vit í New York uppliva av valstríði er alt gjøgnum sjónvarpið. Vit síggja Bush og Kerry flúgva frá stati til stat og halda veljarafundir og lýsingar, har teir hvør í sínum lag royna at minka um trúvirðið hjá mótpartinum. Lýsingarnar snúgva seg ikki um at greiða frá, hvat kandidaturin sjálvur stendur fyri, men heldur at spilla mótpartin út, sigur Andrias Petersen úr New York.
Andrias Petersen greiðir frá, at hann hevur upplivað valstríðið soleiðis, at tað verða førd ymisk politisk evni fram í ávísa tíð. Tað verður ikki tosað so nógv um heildarpolitikk allatíðina.
? Fyrstu vikuna snúi valstríðið seg um, at tað vantaði vaccina fyri beinkrím í USA. Næsta vikan snúi tað seg um, at 380 tons av spreingievni vóru blivin burtur í Irak. Síðani kom bandið frá Osama bin Laden, um at amerikanarar ikki skulu kenna seg tryggar. Og tað hevur verið evnið síðani, sigur Andrias Petersen.

Stríð um heilsuverk
Kortini heldur Andrias Petersen, at okkurt av evnunum kortini er ketað saman í ein heildarpolitiskan samanhang. Serliga legði hann merki til hetta, tá tosað varð um vantandi vaccinuna ímóti beinkrími. Tá fór valstríðið eisini at snúgva seg um heilsuverkið og um sjúkratryggingarnar.
? Bush sigur, at tað almenna ikki skal blanda seg uppí heilsuverkið. Hann vísir á, at allur heimurin misunnar USA heilsuverkið, sum verður stýrt av marknaðarkreftunum. Og soleiðis vil hann hava tað at verða verandi. Sama heldur hann um amerikansku sjúkratryggingina, sum er ein góð forrætning; líka góð forrætning, sum at dríva bankavirksemi.
? Men Kerry vil hava, at tað almenna eisini skal hava sín leiklut innan heilsuverkið. Og tað skilji eg væl, tí nú ein dagin, eg var og vitjaði í einum lítlum býi, sá eg eina bingo lýsing, har bingo skuldi haldast, so ein vanligur arbeiðari í býnum fekk møguleika at fáa eina by pass skurðviðgerð. So amerikanska sjúkratryggingin er ikki betur enn so. Tryggingin er dýr, og øll hava ikki ráð at gjalda, tí eru umleið 40 milliónir amerikanarar uttan sjúkratrygging. Eg dugi ikki at síggja nakran fyrimun við amerikanska heilsuverkinum, sum Bush heldur vera so gott, sigur Andrias Petersen og vísir á, at Kerry vil broyta heilsuverkið til at líkjast tí skandinaviska.

Lívligt valstríð í smáplássunum
Seinasta vikuskiftið vóru Andrias Petersen og konan Katrin í North Carolina og vitjaðu sonin, Arna, og verdótturina, Duritu. Tey búgva í lítla býnum, Morehead City, sum er eitt sindur størri enn Klaksvík. Har upplivdu tey valstríðið meira beinleiðis, enn tey gjørdu í New York.
? Her vóru plakatir í rúgvuvís allastaðni. Sjálvt í havunum og á húsaveggjunum hjá privatfólki vóru nógvar plakatir at síggja. Her settu fólk plakatir av teimum, sum tey ætlaðu sær at velja, út í havan hjá sær sjálvum. Tað var nokk so stuttligt at síggja. Í einari gøtu taldi eg plakatirnar. Tær flestu átti Republikanararnir og Bush, tíverri, sigur Andrias Petersen, men leggur afturat, at hetta var eitt villaøki.
? Vit vóru eisini á einum republikanskum veljarafundi á Atlantic Beach, sum er ein oyggj uttan fyri býin, har sonurin býr. Tað vóru vietnamveteranar fyri Bush, ið skipaðu fyri fundinum, sum varð hildin á einum parkeringsplássi uttan fyri eina handilsmiðstøð. Tað vóru umleið 100 fólk á fundinum, har valevni og umboð fyri nøkur valevni stóðu í farmabilum og hildu røður. Hetta tóktist rættiliga føroyskt.
Andrias Petersen greiðir frá, at amerikanska valið ikki bert snýr seg um at velja forseta, men um at velja senatorar, ella tingmenn, og enntá dómarar.
? Á valfundinum legði eg merki til ein, sum umboðaði eina konu, sum var uppstillað til dómaravalið. Hesin gjørdi vart við, at hon hevði røttu virðini at verða vald, tí hon var gift, hevði børn og var ein góður konservativur amerikanari. Hetta vóru tey sokallaðu góðu virðini hjá hesum republikanska valevninum, sigur Andrias speiskliga.

Vitjaðu valevni
Andrias og Katrin fingu eisini møguleika at heilsa uppá eitt av valevnunum, meðan tey vóru í Morehead City. Tey hittu Malcolm Fulcher, sum hevur sitið í 20 ár í the North Carolina Senate og nú stillar uppaftur til N.C. Senate fyri Demokratarnar í Carteret County. Fulcher er útbúgvin studentaskúlalærari, og hevur tí stóran áhuga fyri útbúgvingarmálum. Eitt av hansara aðalmálum er at fáa samskipað tey ymisku universitetini í valdøminum.
? Vit vóru og vitjaðu hann í hølunum hjá demokratunum, og eg fekk eisini eitt sindur av valtilfari frá honum. Hann greiddi mær frá, at hann brúkti umleið 3 túsund dollarar til valið. So tað má sigast at vera stórur munur á, tá hugsað verður um, at onnur brúka milliardir. Men Fulcher segði seg hava nógv fólk at arbeiða fyri seg. Hann var uppstillaður í tveimum amtum, og roknaði við at hava góðan møguleika at verða valdur. Ikki uppá pengarnar, men tí at hann hevur nógv fólk at arbeiða fyri seg. Hetta minti meg nógv á føroyska valstríðið, greiðir Andrias Petersen frá.

Norðurlond halda við Kerry
Andrias Petersen er komin í samband við nógv fólk á ST aðalfundinum í New York. Men kortini verður ikki tosað nógv um valið á sjálvum ST fundinum. Men tá tey hava verið til døgurða á ymiskum ambasadum, er tosið oftani fallið inn á valið.
? Sjálvandi vilja ambassadørarnir ikki siga, hvat úrslit teir vóna. Men eg havi tosað við nógv útsend fólk, frá skandinavia og har er tad greitt, at tey ynskja, at Kerry vinnur valið. Og tað geri eg eisini, sigur Andrias Petersen. Tad snýr seg um tveir konservativar kandidatar, harav annar, Buch er ultra konservativur og Kerry er meira moderat konservativur. Seinastu veljarakanningarnar nú kl. 10 sunnukvøld siga at tad stendur á jøvnum ímillum kandidatar nar.