Hondbóltur
Lina Andriulyte skal í komandi kappingarári spæla við VB. Tað skrivar heimasíða felagsins.
Andriulyte, sum er ættað úr Litava, hevur seinnu árini verið sera eyðsýnd í føroysku hondbóltskappingini, og í fjør átti hon týðandi leiklut í, at Kyndil rakk steypafinaluni. Tað er serliga í verjupartinum, at hon hevur gjørt vart við seg, men Andriulyte hevur eisini roynst væl sum málskjútti. VB verður hennara fjórða føroyska felag. Hon hevur áður umboðað Neistanum, StÍF og Kyndli.
Væntað verður eisini, at Gurið Mortensen og Rannvá Johannesen – fyrr Augustinusen – verða við í hópinum, tá venjingarnar av álvara byrja aftur.
Útlendskir venjarar hava seinastu árini staðið á odda fyri kvinnuliðnum í Vági. Men soleiðis verður ikki í komandi kappingarári. Heimasíðan skrivar, at Bogi Mortensen og Egil Steintórsson fara at standa við stýrisvølin, tá kappingin fer aftur av bakkastokki í vetur.