Hevði fólkatingsval verið í Danmark nú, høvdu andstøðuflokkarnir vunnið ein rættiliga greiðan sigur, og sum forsætisráðharri hevði Helle Thorning-Schmidt havt greiðan meiriluta aftan fyrri seg í tinginum. Tað sæst í einari meiningakanning, sum Voxmeter hevur gjørt fyri Ritzau-tíðindastovuna.
Í kanningini siga 55,3 prosent av teimum spurdu, at tey høvdu atkvøtt fyri andstøðuflokkunum, um val hevði verið nú. 44,4 prosent siga, at tey høvdu atkvøtt fyri teimum borgarligu.
Ritzau skrivar, at við hesum atkvøðubýtinum høvdu andstøðuflokkarnir fingið 97 tinglimir og stjórnarflokkarnir og teirra stuðulsflokkar 78.
Kanningin hjá Voxmeter gevur Vinstra-flokkinum hjá Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra 21,9 prosent. Á valinum í 2007 fekk hann 26,2 prosent.