Anelka var munurin

Fyrru play off-dystirnir í europiska partinum av HM-undankappingini í fótbólti vóru á skránni í kvøld.

 

Í Írlandi var Nicolas Anelka munurin, tá Frakland við teprum 1-0 sigri vann sær sera gott útgangsstøði undan seinna dystinum, sum verður í París.

 

Í Portgual var heimaliðið favorittur, men teir máttu prísa sær lukkuliga fyri træverkið, sum tríggjar ferðir bjargaði atsóknum frá gestunum.

 

Í Grikkalandi kom einki mál, hóast vertirnir trýstu nógv móti gestunum úr Ukraina.

 

Og í Moskva mundu russar iðra seg, tá teir hóast massivt trýst størsta partin av dystinum ikki vunnu meira enn 2-1 móti Slovenia. Støðan var annars 2-0 bara fimm minuttir fyri leiklok, men Slovenia minkaði um munin, og í yvirtíðini høvdu gestirnir enntá gyltan møguleika, sum Akinfeev stórbjargaði.

 

Úrslitini í kvøld

Portugal-Bosnia/Herzegovina 1-0

Grikkaland-Ukraina 0-0

Russland-Slovenia 2-1

Írland-Frakland 0-1