Tað er matstovan Angus Steakhouse, sum eitt felag hjá SMS eigur, ið heldur til í gamla kaffivogninum hjá Carl Mouritsen. Útbyggingini fevnir eisini um pylsuvognin hjá Nick Hansen, sum er horvin, men sum verður partur av nýggja konseptinum, og um kioskina hjá Bil-Óla.
Herfyri keypti Dvøljan matstovuna Angus Steakhouse og bygningarnar á Eystaru Bryggju. Dvøljan er dóttirfelag hjá SMS, sum rekur matarstøðini í SMS. Felagið hevur eisini keypt pylsuvognin og kioskina. Allir bygningarnir standa á leigaðari grund hjá Tórshavnar Havn.
Bygningurin, sum hýsir Angus Steak House verður nú útbygdur. Pylsuvongurin og kioskin verða tikin burtur. Framyvir verður ein bygningur á staðnum, sum skal hýsa matstovuni.
Í samrøðu við in.fo herfyri legði Niels Mortensen, stjóri í SMS, dent á, at pylsuvognurin hvørvur ikki fyri tað, um bygningurin er tikin niður.
– Vit fara at hava trý konsept í nýggja bygninginum: Matstovuna Angus Steakhouse, eitt take-away stað og pylsuvognin, har kundin fær júst somu vørur og tænastu, sum hann fekk í gamla pylsuvogninum, segði hann.
##med2##
Soleiðis fer nýggi bygningurin fer at síggja út
##med3##
Soleiðis sá økið á havnarlagnum á Eystaru Bryggju út miðskeiðis í sekstiárunum