Leygardagin er tunnilsdagur í Klaksvík, og tá verður ymiskt gjørt burtur úr í Klaksvík. Eitt av tiltøkunum er ein framsýning, sum listamaðurin Anker Eli Petersen letur upp í Spaniastovu.
Anker Eli Petersen er grafikari, listamaður, rithøvundi og yrkjari búsitandi í Danmark.
Hann arbeiðir nógv við callag og teldugrafikki. Hugin til norðurlendska mytologi fekk hann á ungum árum og hetta sæst aftur fleiri av motivum hansara m.a. á fleiri frímerkjum sum hann hevur designa.
Anker Eli er eisini kendur fyri sínar yrkingar - sum Terji Rasmussen hevur sett løg til – og prýðan av fløguhúsum. Sum rithøvundi Anker Eli hevur hann m.a. týtt eldri norrønar tekstir og skriva fleiri yrkingar.
Á framsýningini í Spaniastovu verða 20 verk í serkenda grafiska stílinum hjá Anker Eli og vanliga fabulerandi evnisvalinum. Afturat sjálvum myndunum verður eisini ein framløga av forvitnisligu frímerkjaútgávunum, sum Anker Eli hevur greitt úr hondum.
Á framsýningini verður møguleiki at ogna sær frímerkjaútgávurnar, og fyrsta dagin eisini signeraðar fyrstadagsbjálvar.
Framsýningin letur upp leygardagin klokkan 16.