Í dag verður fyrrverandi danski forsætisráðharrin Anker Jørgensen 90 ár.
Tað var óvæntað, at hann skuldi verða forsætisráðharri, tá hann tók við í oktober 1972. Anker Jørgensen var tá formaður í danska arbeiðsmannafelagnum og fólkatingsmaður. Hann varð fyrstu ferð valdur í 1964. Hann tók við eftir Jens Otto Krag, sum púra óvæntað legði frá sær av tingsins røðarapalli eftir fólkaatkvøðuna um EEC-limaskap.
Anker Jørgensen, tiltikin eyðmjúkur og treiskur, varðveitti altíð sambandið við baklandið, hann kom frá. Hann búði øll árini í íbúð á Borgbjergvej í Sydhavnen og sæst ofta til gongu á strondini ella í bussi.
Skeiðini við Ankeri Jørgensen sum forsætismálaráðharra frá oktober 1972 til desember 1973 og aftur frá januar 1975 til heysti 1982 varð eyðkent við rembingum. Oljukreppurnar í sjeytiárunum bóru við sær, at vøksturin, sum hevði verið síðan annan veraldarbardaga, steðgaði. Vælferðarsamfelagið kom undir stórt trýst, meðan arbeiðsloysið vaks og prísvøksturin var stórur.
Danski Javnaðarflokkurin vann trivaliga sigrar á valunum í 1979 og 1981, men árið eftir, í 1982, legði hann frá sær. Summi siga, at hann megnaði ikki stóru uppgávuna at føra neyðuga politikkin, meðan onnur vilja vera við, at kvotan hjá sosialdemokratunum var liðug, og danir vildu hava nýggjar kustar. Poul Schlüter tók við tá.
Anker Jørgensen sat sum floksformaður í 15 ár til hann í 1988 lat sessin frá sær til Svend Auken, sum Anker Jørgensen sjálvur tilmælti sum sín eftirmann. Hann sat sum tingmaður til 1994.