Anker Jørgensen segði sjálvur, at hann vildi hava eina minnisplátu á Amarger. Umsíður gjørdist tað veruleiki
Tá ferðafólk skulu uppliva »Rottehullet« úr donsku sjónvarpsrøðini »Huset på Christianshavn«, fara tað bíta merki í, at fyrrverandi forsætisráðharrin hevur traðkað sínar barnaskógvar júst har.
Tí sjálvt um tey fleistu seta Anker Jørgensen í sambandi við Sydhavn, so byrjaði lív barndómur hansara á Amager.
Hann varð føddur fyri júst 100 árum síðani í dag í einum kolonihava á Amager, men eitt ár seinni fluttu mamman í eina lítla íbúð á Amagergade 4B.
Júst tann bústaðurin gjørdist seinni karmurin um vælumtóktu sjónvarpsrøðina »Huset på Christianshavn«.
Tað er eisini á hesum stað, at minnisplátan fyri Anker Jørgensen verður sett á húsaveggin. Tað skrivar Berlingske.
##med2##
Á plátuni skal millum annað standa »Til minde om arbejderen, tillidsmanden og tidligere statsminister Anker Jørgensen, der levede nogle af sine første år i dette hus«.
Hugskotið um at seta eina minnisplátu á Amagergader er tó als ikki nýtt. Tí tað var høvuðspersónurin sjálvur sum nevndi tað longu í nítiárunum. Tað sigur Asbjørn Kaasgaard.
Hann er formaður í Christianshavns Lokalhistoriske Forening, sum hevur tikið stig til minnisplátuna.
– Anker Jørgensen var í sambandi við Alex Frank Larsen, sum var journalistur og rithøvundur, skriva lívssøgu hansara, ymsa staðni, har hann hevði verið í barndómsárum sínum. Meðan hann var her, segði hann , »hvorfor hænger der ikke en mindeplade for mig?«.
– Tað var helst sagt við einum skálkabrosi, men vit hildu: »Tað áttu vit at gjørt«. Men vit gjørdu einki við tað tá. Men so tosaðu vit um, at tað kundi verið gjørt okkurt, nú hann hevði fylt 100 ár, sigur Asbjørn Kaasgaard við Ritzau.
##med3##
Vegna summarfrí verður minnisplátan ikki sett upp fyrr enn 24. august. Tá plátan verður avdúkað, fer Alex Frank Larsen at halda fyrilestur um Anker Jørgensen í Beboerhuset.
Anker Jørgensen var formaður í danska Javnaðarflokkinum frá 1972 til 1987 og forsætisráðharri í tveimum umførum ávikavist frá 192-73 og frá 1975-82.
Hann doyði 20. mars í 2016 93 ára gamal.
/ritzau/
##med4##