Anker Jørgensen er deyður

Fyrrverandi danski for­sæt­is­ráð­harr­in, Anker Jørg­en­sen, er deyður 93 ára gamal.

Anker Jørgensen var for­sæt­is­ráðharri frá 1972-73 og frá 1975-82 og var formaður í danska Javnaðarflokkinum frá 1973 til 1987.

Hann var giftur við Ing­rid Kvist Pedersen, sum doyði í 1997. Tey áttu børn­ini Peter, Lars, Mette og Kir­st­en.

Anker Jørgensen sovn­aði stillisliga í deyðin við sínum nærmastu kring seg.
Hann varð føddur 13. juli í 1922 í einum vesaligum kol­o­­ni­hava­húsi á Irlandsvej á Am­ager – sonur kuskin Jo­hannes Albert og vask­i­kon­una Karen Marie.

Bæði foreldrini doyðu tíð­i­liga av tuberklum, og sum fimm ára gamal var Anker Jørgensen for­eldra­leys­ur. Hann flutti tá til fast­ur sína at búgva.

Politiska yrkisleiðin hjá Ank­er Jørgensen byrj­aði, tá hann sum 28 ára gam­al varð valdur til næst­for­mann í Lag­er- og Pak­hus­ar­bej­d­er­nes Forbund. Seinni gjørd­ist hann formaður í Dansk Arbejdsmands- og Spec­i­al­ar­bejd­er­for­bund, sum nú eitur 3F.

Í 1964 varð hann vald­ur í fólka­ting­ið, og hann tók við sum for­sæt­is­ráð­harri, tá Jens Otto Krag brádl­iga legði frá sær sum for­sæt­is­ráð­harri dagin eft­ir fólka­at­kvøð­una um EF lima­skapin, 3. oktober í 1972.