Sunnudagin 31. oktober 2021 letur upp listaframsýning við Anker Mortensen í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.
Fernisering verður sunnudagin klokkan 16:00, og fer Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, at røða.
Umframt lættari ábit, okkurt leskandi og tónleik, verður møguligt at heilsa upp á listamannin sjálvan og annars njóta framsýningina.
Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi fram til 28. november 2021.
Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, er opin soleiðis:
Mánadag til Fríggjadag frá 14:00 til 17:00
Sunnudagar frá 15:00 til 18:00
Um tað ikki ber til at vitja til ásettu tíðirnar, er møguligt at ringja 217055 (Símun) og finna eina tíð sum hóskar.
Øll eru hjartaliga vælkomin.