Anker Mortensen í Trap

.

Tann 5. februar lat upp framsýning við myndum hjá Anker Mortensen í Gallarí Trap á Vesturbrúgv í Keypmannahavn.

Jørgen Trap-Jensen sigur á innbjóðingarlepanum, at hann fegnast um at kunna bjóða Anker Mortensen vælkomnum í Gallarí Trap, eftir at hava sæð verk hansara hjá Ingálvi, í Rampen og á sýningini ?Færøsk kunst på den Frie?.

Umframt myndirnar hjá Anker Mortensen, eru myndir hjá øðrum listamonnum, við tilknýti til Trap, at síggja.

Sýningin á Trap er opin hósdag til sunnudag frá klokkan 12 - 18. Síðsti sýningardagur er sunnudagurin 27. februar 2000