Anker Mortensen verður róstur av listaummælara

Í hesum døgum er forvitnislig listaframsýning á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn

Í hesum døgum er forvitnislig listaframsýning á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn. Tað er føroyski listamaðurin Anker Mortensen, sum sýnir nýggjar málningar frá 2018 0g 2019 fram í snotiligu hølunum á Norðuratlantsbryggjuni. 

Framsýningin hevur fangað uppmerksemið hjá avísini Politiken, sum hevur sent ein ummælara avstað á framsýningina hjá Anerki Mortensen. 

Hann er hugtikin av Anker Mortensen og hevur givið framsýningini fýra út av seks stjørnum.

##med2##

Serliga er tað djúpi myrkablái liturin, ið gongur aftur í serstøku málningunum hjá Ankeri Mortensen. Málningarnir eru abstraktir í fleiri løgum við einum frískum litspæli, sum er insiperað frá náttúruni.

Nils Ohrt, stjóri í Listasavni Føroya, lýsir Anker Mortensen soleiðis:

- At standa framman fyri ein málning hjá Anker Mortensen er at uppliva eina kenslu av fríheit. Difus tekin flóta runt í einum monokromum litrúmi, og tað virkar sum eitt mytsiskt og óendaligt univers takað veri teimum mongu løgunum og nuancunum.

##med3##

Fyri at lesa ummælið á netinum krevst, at tú hevur hald hjá Politiken. Ummælið sæst HER.

Framsýningin í Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn lat upp 16. mars og verður opin inntil 10. juni.