Anker í Snarskivuni og Ásla Rannvá í Smiðjuni

Í næstum lata tvær listaframsýningarupp í Havn
"Vindurin blæsur, hvar sum hann vil" er heitið á framsýning, sum Anker Mortensen letur upp í forhøllini í Snarskivuni hósdagin 9. desember kl. 16.
Framsýningin er opin til 1. februar í vanligu upplatingartíðini hjá Snarskivuni, mánadag til fríggjadag kl. 9-16, tó hósdag kl. 9-18.
Í Smiðjuni í Lítluvík er eisini Listaframsýning. Har er tað Ásla Rannvá Svensson, sum sýnir fram.
Men hendan framsýningin er bara opin hetta vikuskiftið.
Hendan framsýningin er opin fríggjadagin frá klokkan 16.00 - 19.00 leygardagin og sunnudagin er opið frá klokkan 15.00 - 20.00.