Anlegslógin rættvísger skemdargerð

Formaðurin í Vinnunevndini metir anlegslógina vera blátt stempul fyri uppsøgnini av landsverkfrøðinginum. Tí vil hann ikki góðtaka hana

? Tað er heilt greitt, at uppskotið um anlegslógina er ein roynd at reinsa syndirnar hjá Finnboga Arge fyri at hava sagt fyrrverandi landsverkfrøðinginum upp. Tí fari eg ikki at mæla til at samtykkja hana.

Heini O. Heinesen er púra sannførdur um, at verður anlegslógin samtykt, er hetta geva landsstýrismanninum í vinnu- og samferðslumálum tað bláa stemplið fyri at hava sagt fyrrverandi landsverkfrøðinginum, Henningi Jacobsen, upp.

Í staðin arbeiðir Heini O. Heinesen vinnunevndini við einum broytingaruppskotið til anlegslógina, ið gevur landsstýrismanninum og harvið Landsverkfrøðinginum fulla ábyrgd fyri arbeiðinum at gera og bjóða út arbeiði viðvíkjandi Vágatunnilinum.

Anlegslógin gevur annars partafelagnum Vágatunnilin rætt til at bjóða út arbeiðið við undirsjóvartunnilinum undir Vestmannasundi somuleiðis, sum felagið fær alla ábyrgindina av arbeiðinum.


Einki við tunnilin at gera

Heini O. Heinesen ger greitt, at eftir hansara tykki hevur anlegslógin einki við Vágatunnilin at gera.

? Fyrrverandi landsverkfrøðingurin var ov erligur fyri landsstýrismannin, og tí varð hann sagdur upp. Síðani hevur landsstýrismaðurin drigið málið út, og roynir nú at reinsa seg við anlegslógini ? við at flyta ábyrgdina.

Heini O. Heinesen vísir á, at landssverkfrøðingurin varð sagdur upp tann 19. desember 1998, og at partafelagið Vágatunnilin varð stovnað tveir dagar seinni, nevniliga 21. desember. Men ikki fyrr enn september árið eftir kemur uppskotið um anlegslógina.

Hetta er tað, ið sannførir Heina O. Heinesen um, at anlegslógin er ein roynd at reinsa Finnboga Arge fyri misgerðir hansara.


Sjúkt nevndararbeiðið

Stór ósemja hevur verið í vinnunevndini um hesa góðu anlegslóg, og tí hevur drigið út at koma við nøkrum áliti.

Hinir limirnir í vinnunevndini eru nevniliga ikki allir samdir við sjónarmiðunum hjá Heina O. Heinesen. Tó hava umboð Javnaðarfloksins gjørt greitt, at tey heldur ikki kunnu taka undir við, at eitt partafelag fær ábyrgdina av Vágatunnilinum.

Heini O. Heinesen hevur kortini eina vón um at finna eina semju í nevndini um ikki so langa tíð. Men hann er alt annað enn fegin um framferðina hjá ávísum vinnunevndarlimum undir viðgerðini av hesum málið.

? Nevndararbeiðið hevur verið sjúkt. Tað hevur verið ein sovorðin válan inn og út úr fundarhølunum, sum undir ongari aðrari viðgerð, sigur formaðurin í vinnunevndini.

Heini O. Heinesen greiðir frá, at nevndarlimirnir hava gingið út í válað út í gangin og ráðført seg við floksfelagar, sum eru slopnir at hava alt ov stóra ávirkan á arbeiðið.

? Nevndarlimirnir hava undir viðgerðini havt stuðulspædagogar, ið beinleiðis hava revatikið nevndararbeiðið, sigur ein argur formaður fyri vinnunevndini, sum kortini hevur vónir um, at viðgerðin endar við einari samdari nevnd.


Vil hava tunnilin

? At eg eri ímóti anlegslógini merkir als ikki, at eg eri ímóti, at Vágatunnilin verður gjørdur. Tvørturímóti unni eg vágafólki tunnilin væl, eins og eg havi gjørt greitt á almennum fundi í Vágum.

Heini O. Heinesen krevur bert, at tað verður landsstýrismaðurin og harvið Landsverkfrøðingurin, ið fær ábyrgdina fyri at gera tunnilin. Men Heini O. Heinesen fýlist kortini á, at Vágatunnilin er vorðin alfa og omega fyri ymsar samgongulimir. Hann vísir í hesum sambandi á, at tað eisini er neyðugt við tunlum aðrastaðni í Føroyum.