Ann Dahl Hansen prædikar í Havnar kirkju

Tað er annar páskadagur, og aftur í dag sendir Kringvarpið prædiku úr Havnar kirkju. Í dag er tað Ann Dahl Hansen, ið prædikar

Kringvarpið fer aftur í dag at senda beinleiðis frá gudstænastu í dómkirkjuni. Eingi fólk vera í kirkju, men til ber at fylgja við í sjónvarpi og útvarpi.

Ann Dahl Hansen, sóknarprestur, prædikar. 

Christianskirkjan hevur eisini andakt á teirra facebooksíðu.

Nakrar aðrar kirkjur stroyma nú eisini gudstænastur á netinum. Millum aðrar Fríðrikskirkjan og Hósvíkar kirkja. Aðrir prestar hava andaktir, sum teir leggja út.

Tað eru eisini fleiri fríkirkjur, ið stroyma møti, ungdómsmøti ella sunnudagsskúla, millum aðrar Ebenezer, Betesda, Hebron, Lívdin, Siloa, Elim, Keldan, Oasan og fleiri onnur.
Nøkur missiónshús stroyma eisini á netinum. Millum onnur missiónshúsið Tabor á Toftum, KFUM&K í Klaksvík, meinigheitshúsið í Sandavági, Libanon í Sørvági og trubodin.fo.

Á spirar.fo er sunnudagsskúli á netinum.