Anna Elisabeth og Andreas í Dali: Forfedrar til okkara fremstu undangongufólk

Ættin hjá Elsu og Dímunar Jóannes er ein stór og áhugaverd ætt, sum fleiri ferðir er umrødd her í blaðnum og eisini í teiginum Hendur ið Sleptu. Ættin er nevnliga væl umboðað í gamla kirkjugarði í Havn. Ein dóttir tey bæði var Anna Elisabeth, sum giftist við Andrias Andreassen í Havn, vanliga kallaður skraddarin í Dali. Teirra ætt fara vit at umrøða í hesum partinum

Skraddarin í Dali kom 16 ára gamal til Havnar úr Norðradali. Pápi hansara, Andreas Poulsen, var upprunaliga traðarmaður í Kaldbak. Pápi Andreas, Páll á Gili, (Poul Olesen), kom úr Syðrugøtu. Hann var fátækur maður, átti hálva kúgv og hálvan bát, men væl stóð hann seg. Hann dugdi væl at lesa og skriva, og hann lærdi børnini í Kaldbak hendan kunst. Hetta sigur, at mað­urin hevur verið nakað útyvir tað vanliga. Konan var Anna Andrassdóttir.

Í 1807 flutti Andreas Poul­sen til Norðradals sum uppsitari á prestagarðinum og var har til 1828, tá ið hann flytir til Havnar.

Systir hansara Anna var gift við bóndanum á Torv­lagnum í Kaldbak. For­eldr­ini hjá Andreas fóru til dótt­rina Onnu at búgva. Hús­­ini hjá teimum í Kaldbak blivu tískil tóm. Andreas Poulsen flutti hesi húsini til Havnar og setti tey yviri á Kák.

Grundina fekk hann frá Sámali, sonur Hovs Dánjal. Hesin hevði fingið Kákið frá amtmanninum. Har ið húsini stóðu, kallaðist Yviri í Dali. Andreas Poulsen varð tískil kallaður Gamli Andrass í Dali.

Pápin fær eina trøð, Dalatrøðin, og Andreas fer at arbeiða á prestagarðinum. Her lærir Andreas at seyma, og hetta gerst hansara lívs­starv, sum hann enn er kendur fyri.

Anna Elisabeth og Andreas, skraddarin, giftust tískil inn.

Trý húsanøvn vóru “í Dali” í Havn:

Uppi í Dali kom úr Syðra­dali, var í Króka­brekkuni.

Yviri í Dali kom úr Norðadali, á Kák, var við Skansabrekkuna.

Í Dali komi úr Norðadali, var í Gongini, har Sjóvinnu­bankin var.

Í 1939 var garður gjørdur um húsini í Yviri í Dali. Tá ið grivið var út fyri stólpum til portrið, var komið niður á mannabein. Hetta váttar søgurnar um, at her hevur verið avrættingarstaður.

Ættin

Skraddarin í Dali giftist tvær ferðir. Fyrra gifta var við Elsebeth Helenu Jacobs­datter av Selatrað. Hon doyði í barsilssong í 1853. Við henni fekk hann dóttr­ina Charlottu. Charlotta giftist við Petur Hans Søren­sen, ættaður úr Søldarfirði. Tey bæði, saman við dótrini Elspa Lena, eru eisini jarðað í gamla kirkjugarði. Vit fara at greiða frá teimum seinni í hesi røð.

Skraddarin giftist aftur við Onnu Elisabeth Johann­es­datter (1835-1906) úr Skopun, dóttir Dímunar Jóannes. Tey fingu átta børn. Tey vóru:

1. Andreas Helenius Andreassen, f. 1857. Hann giftist við Elsu Debes f. 1853, sum var dóttir Wens­elaus Debes, vanliga kall­aður Dreygarin. Elsa var kend fyri at vera sera virkin í losjuni í Havn.

Ein sonur teirra var Nyholm Debes, sum var kendur sum yrkjari og eisini sum løgtingsmaður.

2. Jens í Dali, føddur í 1860, og sum giftist við Mariu Dam, hava vit umrøtt.

3. Elsa Frederikka 1862 – 1873.

4. Johanna (1864-1952) giftist fyrru ferð við Christ­ian Paula Ziska (1858-1895). Hann var lærari úr Klaks­vík. Seinnu ferð gift­ist hon við Marius Jensen beiggja Sandoyar Andreas, giftur við Tominu.

Í fyrru giftini vóru fýra børn. Eitt av teimum var Maria Ziska (1885-1952), sum giftist við Hanus Kamban. Listarmaðurin Jan­­us Kamban, sum nú um dagar fylti 95 ár, er sonur teirra. Ein sonur, Kristoffur, doyði 16 ára gamal í 1933. Hann hevur verið umrøddur á hesi røð. So ungur hann var, var hann longu blað­stjóri á næmingablaðnum Glámlýsi, sum náddi at koma út við trimum bløð­um, áðrenn blaðstjórin doyði av sjúku. Tað kann vera nevnt, at hesi Kristoff­ur var uppkallaður eftir mammu­­beiggjanum Kristoffur Ziska, sum gekk burtur við Pola í Dali við Oliviu í 1912.

Í seinnu giftu fekk Johanna sonin Bethuel Jen­sen, kendur sum prentari.

5. Anna Margretha (1866-1941). Hon var gift við Sigmund Arge, sum var ein av okkara fremstu smiðju­monnum. Tey eru eisini umrødd í hesi røð saman við teirra einasta soni Andreas, sum druknaði bert 24 ára gamal. Tey áttu átta døtur. Ein tann kendasta var Olivia, Liffa, ein av okkara fyrstu og fremstu kvinnusakskemparum.

6. Napoleon í Dali (1868-1912). Hann giftist við don­sku Oliviu Frandsen. Napoleon var ein av okkara fremstu slóðarum bæði á landi og sjógvi. Hann var umrøddur í hesi røð saman við 16 ára gamla Kristoffur í blaði nr. 167/2007. Napol­eon fekk eina váta grøv, men fleiri av hansara børn­um eru grivin í gamla kirkjugarði. Tey eru Napol­eon Oliver f. 1900, Arne Eli Linder f. 1902 og Olivia f. 1905. Húsini hjá Pola, Arnes­­minde í Bring­sna­gøtu, eru upp­kallað eftir Arna. Skip hans­ara Olivia er helst uppkallað eftir dóttrini.

Í samband við umrøðuna av Onnu Margrethu og Georg Lindenskov í hesi røð høvdu vit eina frásøgn um barslið hjá abbasoni teirri Georg, kendur frá Dimmalætting.

Ein heldur óvæntaður gest­­ur var Poli í Dali. Beate, mamma Georg, og Poli vóru systkinabørn.

Men samstundis var Poli ein av teimum fyrstu og fremstu í Brøðrasamkom­uni. Sjálvt í dag, nærum 100 ár seinni, ganga "bap­tistar" treyðugt til hendingar sum barnadóp og konfirma­tión. Tað má hava verið upp aftur meira óvanligt tá. Poli man hava verið sera tole­rantur á hesum økinum.

Kona Pola flutti so til New Zealand við teimum flestu av børnum. Ein dóttir teirra, sum hevur havt sam­band við ættina í Føroyum, var Vilborg. Hon er deyð fyri kortum meira enn 95 ára gomul. Tískil er tað ivasamt um nakað samband er tann vegin í dag.

7. Thomina ( Mina ) 1870, sum giftist við Sandoyar Andreasi. Um­­rødd í næstseinasta parti.

8. Elsa Frederikka 1873 – 1895. Doyði í Nørre Sundby.

Anna Elisabeth átti seks systkin: Janus, Anna Margretha, Frederikka, Klæmint og Jóan Jakku. Vit hava umrøtt ættina hjá fimm teirra og kann stutt sigast um tey:

Janus var abbi tann 102 ára gamla Óskar Jensen í Íslandi. Klæmint var abbi Dortheu, sum flutti til Canada og giftist við Sigurd í Puntabyrgi. Inga var omma Napoleon Isaksen, sum búsettist í Ongland. Anna Margretha giftist við Georg Lindenskov.

 

Keldur:

Eyðfinn Sondum

Hanus Kamban

FF-blaðið

 

 

 

 

Næstu ferð:

Komandi partur verður um Thoru Pállson, fyrstu lærarinnu á Tvøroyri