Anna Nygaard er tann sangarin, sum hevur havt bestu framførsluna í donsku X-factorkappingini nakrantíð.
Tað heldur ein stórur meiriluti av dønum Seinastu tíðina hevur Dr havt atkvøðugreiðslu á heimasíðu sínari um, hvør hevur havt bestu x- factor framførslun nakrantíð.
DR skrivar í dag, at 9000 lesarar hava atkvøtt og teir eru ikki í nøkrum sum helst iva um, hvør eigur heiðurin av at eiga bestu framførsluna.
Heili 38% av lesarunum hava atkvøtt fyri Onnu Nygaard og hon hevur sostatt fingið nógv bestu undirtøkuna.
Hon fekk heiðurin fyri framførsluna av Michael Jackson sanginum, Whatever Happens.
Nummar tvey á listanum er Martin, sum vann fyrstu X-Factor kappingina, hann fekk 15% av atkvøðunum. Aftan á tey komu Heidi við 10% av atkvøðunum, Laura fekk 9%, ABC/Mohamed, 6 %, Sidsel og Lucas fingu 4 % og Linda og Lisa fingu 3 %