Anna Lindh var okkara stóra fyrimynd

Kathrina L. Joensen og Eyðólv Dimon kendu persónliga Annu Lindh, sum varð myrd í svenska høvuðsstaðnum fyri góðum mánaði síðani. Kendskapurin spratt gjøgnum norðurlendska samstarvið hjá javnaðarungdómi, har tey bæði vóru virkin ? serliga í áttatiárunum

? Hon var sera dugnalig, hon var ein strembari, ein málrættað og framskygd kvinna og eitt fantastiskt menniskja.
Soleiðis lýsa Eyðólv Dimon og Kathrina L. Joensen í stuttum Annu Lindh, svenska uttanríkis-ráðharran, sum tann 10. september varð stungin til deyða í Stokkhólmi.
Eyðólv Dimon og Kathrina L. Joensen vóru ávíkavist formaður og altjóða skrivari hjá SU, Sosialistiskum Ungmannafelag í Føroyum, í áttatiárunum, og komu tey gjøgnum sambandið millum javnaðarungmannafeløg í Norðurlondum at kenna Annu Lindh sera væl ? tey vóru persónligir vinir í áttatiárunum.
Anna Lindh hevði eina drúgva politiska karrieru aftan fyri seg, hóast hon bert gjørdist 46 ára gomul. Hon varð longu í 1982 vald í svenska Ríkisdagin, einans 25 ára gomul. Hon gjørdist seinni forkvinna í SSU, Sveriges Socialdemokratiske Ungdomsforbund. Hetta starv varð virðismett so høgt, at hon segði ríkisdagssessin frá sær til tess at virka sum forkvinna hjá svenskum javnaðarungdómi.
Norðurlendsku javnaðarungmannafeløgini hava altíð havt neyvt samstarv. Formelt varð tað stovnað í felagsskapinum FNSU, Foreningen Nordisk Socialdemokratisk Ungdom, í 1963. Fyrsti formaðurin var eisini svii, tann seinni so kendi Ingvar Carlsson, sum gjørdist forsætisráðharri í Svøríki, tá Olof Palme varð myrdur í 1986.
Í 1965 fekk SU í Føroyum limaskap í FNSU, og hevur sambandið verið hildið so nøkulunda regluliga síðani. Eyðsæð er, at slíkt arbeiði í Føroyum ofta er tengt at ávísum persónum, og er týðum meira regluligt. Eitt sera virkið tíðarskeið hjá SU vóru áttatiárini.
? Stjórnarfundir vórðu hildnir einar fýra ferðir um árið, og tað gekk upp á skift hjá ymsu londunum at skipa fyri, og í juni í 1986 var tað okkara túrur. Tá hevði FNSU havt eina slaka periodu, og SSU í Svøríki skuldi nú taka við leiðsluni. Á hesum fundum hittust eini 10-12 fólk úr leiðslunum í ungmannafeløgun-um í Norðurlondum, har vit greiddu frá politisku støðuni og tosaðu um felags mál, greiðir Eyðólvur frá.
Fyrsti stjórnarfundurin hjá nýggju stjórnini í 1986 varð hildin í Føroyum ? og var hetta fyrsti stjórnarfundurin við Annu Lindh sum forkvinnu. Tá vóru nøkur ár liðin, síðani seinasti stjórnarfundurin hevði verið hildin í Føroyum, men ta ferðina var Thorbjørn Jagland, sum seinni gjørdist forsætisráðharri í Noreg, formaður í FNSU.
? Tað merktist týðuliga, at nú var heilt annað flog yvir felagsskapinum. Vit merktu beinanvegin visiónirnar hjá Annu Lindh, og tú merkti eisini, at hon hevði áhuga fyri tí, sum hon arbeiddi við, greiðir Kathrina frá.
? Fyri mær var hon ein fyrimynd. Hon dugdi so væl bæði at vera ein persónligur vinur og samstundis at náa politiskum úrslitum - og tú merkti so væl, at lurtað varð eftir henni. Hon hevði eitt sermerkt demokratiskt sinnalag, hon spurdi eisini altíð, hvussu tað nú gekst við hesum ella hasum, tá vit hittust aftur á seinni fundum. Ofta undraðust vit, hvussu væl hon mintist alt tað, vit høvdu greitt frá, sigur Kathrina.
Umhvørvið hevði stóran áhuga hjá Annu Lindh. Hetta tosaði hon nógv um á FNSU-stjórnarfundunum, og Kathrina minnist serliga væl, at hon fekk knýtt serligt samband millum umhvørvisgrasrøturnar í Svøríki og Javnaðarflokkin.
? Hetta gav umhvørvispolitikkinum hjá svenska Javnaðarflokkinum nýtt innihald, og tí var so upplagt, at Ingvar Carlsson valdi sær hana til umhvørvisráðharra.
Eyðólv greiðir frá, at Anna Lindh var serliga engagerað í drúgva kjakinum um Oyrasundsbrunna, sum ofta var frammi á FNSU-stjórnafurndum í áttatiárunum.
Anna Lindh var ímóti hesi stóru verkætlan, sum hon helt fór at hava negativa ávirkan á umhvørvið. Tað sigst eisini, at hon bar fram hesi sjónarmið í Ríkisdegnum, og at Ingvar Carlsson gav henni ein ordans uppsang.
Kathrina minnist eisini, at Anna Lindh heldur nýtti kollektivu ferðsluna enn at ferðast í egnum bili.
? Soleiðis var hon bara, sigur Kathrina.
Eins og umhvørvið, so lógu mannarættindi eisini sera frammarlaga hjá Annu Lindh. Eyðólvur greiðir frá, at hon sum forkvinna í FNSU og í SSU eisini var sera virkin á altjóða støði.
? Eg minnist væl, at hon var í Suðuramerika og í Latínamerika í ymsum herferðum. Eitt nú bygdu svensku og norsku javnaðarungmannafeløgini ein skúla í Nikaragua. Hon var eisini á barrikadunum í Miðeystri, hon meinti í rámasta álvara, at einans friðurin kundi vinna stríðið móti heimsins fátækradømi.
Fyri 13 árum síðani trekti Anna Lindh seg aftur sum ungdómspolitikari.
? Hon var tá við barn, og hon hevði møtt manninum, Bo Holmgren, sum eisini var í Ríkisdeginum.
Anna Lindh kom kortini aftur í politikk, fyrst sum kommunalpolitikari í Stokkhólmi, men seinni hevði Ingvar Carlsson boð eftir henni til umhvørvisráðharra, hetta var í 1994, og tá fekk hon høvi at føra í verki tann umhvørvispolitikk, sum hon fekk gongd á sum SSU forkvinna. Í 1998 vóru boð eftir henni til uttanríkisráðharra.
Eyðólv Dimon og Kathrina L. Joensen hava sjálvandi fylgt Annu Lindh væl hesi árini, hon hevur verið ovast á politisku tindunum.
? Vit sóu á henni, at hon treivst væl í hesum leiklutinum, men hon var kortini kvinna, hon læt seg ikki taka av fótum av hesum mikla valdi, sum hon hevði fingið. Hon var heldur ikki ein mótadukka, ið bara fylgdi rákinum ? har var einki fjas, hon var ein kvinna, sum tú sá upp til, og hon var okkara stóra fyrimynd, halda tey bæði.
Tá Olof Palme varð myrdur í 1986 misti Svøríki ein heimspolitikara, ein politikara, sum heimsins mætastu politikarar lurtaðu eftir.
? Tað virkaði nú, sum um Svøríki aftur hevði fingið ein slíkan politikara við Annu Lindh, heldur Kathrina.
Øll lovorðini frá heimsins leiðandi politikarum, sum komu í kjalarvørrinum á morðinum, benda eisini á, at so er. Á myndunum, sum vit aftur og aftur hava sæð av uttanríkisráðharr-unum í Evropa, har sæst kvinnan í reyða kjólanum aftur millum døkku klædningarnar. Hon var eisini kvinna fyri sítt orð. Eitt nú hevur onkur greitt frá, at hon kallaði George W. Bush fyri »tann einsamalla reiðmannin«, og hon gav Silvio Berlusconi turt uppá, tá hann á ein fjákutan hátt fortaldi tápuligar vittigheitir. Meðan allir hinir í klædningunum bara flentu býtt og lótu sum um tað var stuttligt, so segði Anna Lindh bart út við Berlus-coni, at hon helt hann vera ein manchuvunistiskan klovn. Soleiðis var Anna Lindh bara ? og Eyðólv og Kathrina kunnu bara smílast, tá tey hoyra slíkt, tí hatta var akkurát hon, siga tey.
Nógvir av ungdómspolitikarunum, sum Eyðólv og Kathrina hava samstarvað við, eru komin langt í sínum politiska lívi. Tey, ið skaraðu fram úr í leiðslunum í ungmannafeløgunum, eru vanliga at síggja aftur á politiska leikpallinum. Av teimum, sum Kathrina og Eyðólvur samstarvaðu við, var Anna Lindh ein tann, ið kom longst, hóast bæði Thorbjørn Jagland og Jens Stoltenberg hava verið forsætisráðharrar í Noreg. Við sínum dugnaskapi og síni sjarmu megnaði Anna Lindh at teljast millum heimsins mætastu politikarar ? og hon hevði uttan iva megnað at lyft arvin og stríðst víðari, so sum hon lovaði, tá hon í mars 1986 helt røðu við kistuna hjá Olof Palme. Men hon megnaði eisini so væl hin leiklutin ? at vera trúgv móti leiklutinum sum mamma, sigur Kathrina. Dreingirnir hjá henni, sum hava mist mammuna, hava sjálvsagt mist mest.