SKÚLI
Høli eru funnin til báðar flokkarnar í Kommunuskúlanum í Havn komandi skúlaár. Næmingarnir í øðrum flokki fara at húsast í erva í Tilhaldinum, har tey tilkomnu og gomlu annars halda til. Í byrjanini var talan um eitt ára leigumál, men greitt er nú, at tað verður nærri tveimum árum, at smábørnini koma at halda til í Tilhaldinum.
- At skúli verður í Tilhaldinum eina avmarkaða tíð er í besta forstáilsi frá øllum pørtum. Tað er bara positivt, at smábørn og eldri fólk halda til í somu húsum, sigur Heðin Mortensen, formaður í mentunarnevnd Tórshavnar býráðs.
Hølini í Tilhaldinum, sum nýliga eru sett í stand, eru væl egnað til skúla. Tey eru brúkt til tekniska skúla áður og kvøldskúla, sum framvegis eisini skal halda til í somu hølum.
- Tey eru betur egnað enn barakkin, har hesi børnini hava hildið til í, sigur Heðin Mortensen
Gamla barakkin, sum hevur hýst flokkunum og annars nógvum næmingum í barnaskúlanum í Kommunuskúlanum ígjøgnum nógv ár, verður tikin niður fyrsta dagin. Nýggjur smábarnaskúli skal byggjast á økið. Byggibúningin verður liðug, tá ið skúlarnir byrja aftur eftir summarfrítíðina í ár og sjálvur skúlin verður klárur at flyta inn í eftir summarfrítíðina 2004. Skúlin skal hýsa 1., 2., og 3. flokk.
Skúlagarðurin hjá øðrum flokki verður framvegis skúlagarðurin í Kommunuskúlanum, men møguleiki er eisini at brúka Grasagarð, sigur Heðin Mortensen.
Nútímans skúlatankar
Bygningurin verður í tveimum hæddum við seks skúlastovum. Á fyrstu hædd verða tríggjar skúlastovur, felagshøli, wc og goymsla og á aðru hædd verða tríggjar skúlastovur, felagshøli, lærarastova og goymsla.
Bygningurin verður býttur upp í tríggjar eindir við einum glasbygningi, sum bindir eindirnar saman. Hesar sýnast at vera tríggir sjálvstøðugir bygningar, sum hava sama "skala" sum bygningarnir rundan um. Hetta ger, at nýggi bygningurin fer at fella væl inn í umhvørvið og grannalagið. Gamli realskúlabygningurin fer ikki at missa nevnivert av ljósi og útsýni.
Skúlastovurnar fara at lúka treytirnar í tí nýggju fólkaskúlalógini. Tær verða fleksiblar, tað vil siga, at næmingarnir fáa hvør sítt arbeiðspláss, men kunnu eisini arbeiða í bólkum ella sita í røðum. Somuleiðis er møguleiki at arbeiða í bólkum í felagshølunum.
Arkitektavirkið Árni Winther hevur teknað.