Annar politibáturin sjósettur

Annar av trimum politibátum til Grønlands fór av bakkastokki á Tórshavnar Skipasmiðju leygardagin - og verður sigldur til Grønlands fyrsta dagin

Hann eitur Sisak III, annar grønlendski politibáturin, sum bygdur er á Tórshavnar Skipasmiðju.

Tað er eitt ár síðani, at Tórshavnar Skipasmiðjan fekk sáttmála um at byggja tríggjar politibátar til Grønlands. Tann fyrsti er fór til Grønlands í apríl.

Av Skipasmiðjuni frættist, at alt gongur eftir ætlan, og báturin, sum nú er sjósettur skal eisini siglast til beinleiðis til Grønlands.

Annars skulu bátarnir sambært sáttmálanum handast í danskari havn, men semja er um, at tann »danska havnin« eins væl kann vera havnin í Nuuk.

Politibáturin er 24 metrar lanagur og 150 bruttotons. Báturin er bygdur at sigla 11 míl, og er tað aftur Erns Kass, sum skal sigla bátin til Grønlands.