Tað eru ikki øll í Brasilia, sum eru glað fyri, at OL verður hildið í landinum um góðar tvær vikur – og langtfrá tí. Tað vísir ein spurnarkanning, sum brasilska blaðið Folha de São Paulo hevur gjørt.
Av teimum 2792, sum vórðu spurd, svaraði helvtin, t.e. 50%, at tey eru ímóti, at OL skal haldast í landi teirra. 63% svaraðu, at tey meta OL vera meira til stríð enn til gagns.
Tað er serliga tann fíggjarliga partin, sum brasilianarar eru misnøgdir við. OL kostar 75 milliardir krónur, og fíggjarliga støðan í landinum er ring – serliga í OL-býnum, Rio de Janeiro.
Rio de Janeiro mátti taka eitt lán frá statinum fyri at fáa OL-endarnar at røkka saman, og nú stúra brasilianarar fyri, at stór spariátøk verða sett í verk tá ið veitslan er av.
OL byrjar 5. august og heldur á til 21. august.