Annarhvør føroyingur er ov feitur

Ikki minst stendur illa til hjá sjómonnum, tí sera nógvir sjómenn eru alt ov feitir, vísir ein kanning

Fólkaheilsuætlan
 
Annarhvør føroyingur er ov feitur!
Tað vísir ein kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Fyribyrgingarráðið.
Í fólkaheilsuætlanini, sum nú er løgd fyri Løgtingið, verður staðfest, at høvuðsorsøkirnar til vit verða ov feit, er, at vit eta ov nógv, eta skeivan mat og røra okkum ov lítið.
Heimsheilsustovnurin WHO hevur mett, at heldur gongdin fram, fara eini 60-70% av evropearum at viga ov nógv í 2030.
- Yvirvekt er ein stórur trupulleiki bæði fyri tann einstaka og fyri samfelagið, sigur hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í nýggju fólkaheilsuætlanini, sum hann legði fyri Løgtingið frígjjadagin.
Hann leggur afturat, at tey, sum viga ov nógv, eru í øktum vanda fyri at fáa ymsar fólkasjúkur orsakað av liviháttinum.
- Fyri samfelagið hevur tað við sær øktar útreiðslur fyri heilsu- og almannaverkið.
 
Annarhvør ov feitur
Kanningin, sum Fyribyrgingarráðið hevur staðið fyri, vísir, at eisini vit í Føroyum eiga at taka henda trupulleika í størsta álvara.
- Kanningin vísir, at annarhvør føroyingur vigar ov nógv. Av hesum eru 35% í bólkinum, sum eru tey, ið viga ov nógv, men 10-15% eru í tí bólkinum, sum eru beinleiðis feit.
Somuleiðis hevur Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu kannað BMI hjá sjómonnum og har stendur ikki frægari til.  (Frágreiðing um BMI er niðast í greinini)
Allir sjómenn skulu hava heilsuprógv, áðrenn teir kunnu mynstra. Í hesum sambandi verða teir kannaðir hjá lækna, sum millum annað mátar hædd og vekt.
Í árinum 2001-2004 vórðu 4.332 sjómenn kannaðir og úrslitið vísti, at hesir høvdu eitt BMI upp á 26,8 í míðal. Tað skal ikki vera meiri enn 24,9.
Ein rættiliga stórur partur av teimum høvdu eitt BMI, sum var hægri enn 30.
- Hetta vil við øðrum orðum siga, at sera nógvir sjómenn viga ov nógv, og nógvir eru beinleiðis feitir og tískil eru teir í øktum vanda fyri at fáa eina ella fleiri fólkasjúkur orsakað av liviháttinum.
 
Børn og ung eru sum í øðrum londum
Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hevur eisini kannað BMI hjá føroyskum børnum og hevur samanborið úrslitini við BMI hjá javnaldrum aðrastaðni í Evropa.
Kanningarnar av børnum, sum eru fødd í 1986-1987, vísa, at BMI er áleið tað sama hjá 7 og 14 ára gomlum børnum í Føroyum sum aðra staðni í Evropa.
Tá ið tey eru 7 ára gomul, vigaðu næstan eingi føroysk børn ov nógv, men 14 ára gomul høvdu 7% av dreingjunum og 10% av gentunum eitt BMI, sum var hægri enn 25, og 1% av dreingjunum og 2% av gentunum høvdu eitt BMI, sum var hægri enn 30.
Hesi tøl samsvara væl við donsk tøl fyri 14-16 ára gomul børn í 1996 og 1997.
Soleiðis kannar tú, um tú vigar ov nógv
Við at máta BMI (Body Mass Index) ber til at staðfesta, um tú vigar ov lítið, hevur røttu
vektina ella vigar ov nógv. BMI er lutfallið millum vekt og hædd og tað verður roknað soleiðis út, at vektin í kilo verður býtt við hæddini í metrum og so verður talið býtt einaferð afturat við hæddini í metrum.
Sum dømi kunnu vit taka eitt fólk, sum er 1,70 metrar til hæddar og vigar 80 kilo.
Fyri at finna BMI, skal 80 fyrst býtast við 1,70. Tað gevur 47,05 og tað verður so aftur býtt við 1,70. Úrslitið verður so 27,67 og tað er BMI. 
Hjá vaksnum fólki skal BMI vera ímillum 18,5 og 24, 9, sum er rætta vektin. Er BMI lægri, vigar fólki ov lítið, og er BMI hægri, vigar fólki ov nógv. BMI hjá børnum er eitt sindur lægri enn hjá vaksnum.