Tað var tennisúrslit í Sarpugerði seinnapartin, tá ið Víkingur av álvara spílaði seg út og vann 6-0 á EB/Streymi, sum ikki vísti seg frá bestu útgávuni. Tað kendist sum um, at sigurin á Skála í ólasvsøkuumfarinum framvegis kendist so søtur, at ikki nóg stórt fokus ikki var á avrikinum ídag.
-Hetta var ikki gott, og hetta var áminning á okkum allar um, at tað er neyðugt at arbeiða nógv og væl alla tíðina, um vit skulu fáa nakað burturúr. Tað gjørdu vit ikki ídag. Eg havi fleiri ferðir áður sagt, at vit vinna saman, og at vit tapa saman. Tað snýr seg um liðavrikið. Í dag var tað ikki gott, og vit løgdu allir til saman rygg til stórt tap. Um vit skulu finna nakað positivt, so skal tað vera, at tað eydnaðist at fáa verjuna at rigga betri eftir steðgin, tá ið bara eitt mál fór ígjøgnum, sigur EB/Streyma venjarin Jákup Martin Joensen.
Tað sást, at Víkingur av álvara hevði rist ólavsøkutapið av sær. Eyðun Klakstein gav trimum av ungu monnunum møguleikan frá fyrsta bríksli, meðan eitt nú Vukasin Tomic og Lukasz Cieslewicz vóru á beinkinum.
Svongdin á liðnum hjá Víkingi var stór. Frá fyrsta bríksli vóru heimamenninir ágangandi. Mótstøðumenninir fingu ikki frið, og í álopspartinum gjørdu víkingarnir skjótt av og vístu stórt hugflog. Ikki minst unglingaspælarin Gaza David Turi.
-Vit eru sera væl nøgdir við avrikið ídag. Vit vita, at tá ið allir avrika í felag tað, sum vit eru mentir, so verður tað gott, og soleiðis var tað í dag, sigur víkingaveteranurin Sølvi Vatnhamar.
Hann setti hol á, tá ið eitt korter var farið. Finnur Justinussen átti uppleggið, og átta minuttir seinni átti Søvli Vatnhamar uppleggið, tá ið yngri beiggin, Gunnar, økti til 2-0.
Víkingur skoraði trý mál aftrat undan steðginum, og talan var um tríggjar ymiskar málskjúttar. Finnur Justinussen økti til 3-0 eftir innlegg frá Ara Olsen, og Finnur Justinussen átti uppleggið, tá ið Jákup Johansen økti til 4-0.
Ein minutt undan steðginum økti Ari Olsen til 5-0.
Eftir steðgin var ferðin ikki heilt tann sama hjá Víkingi. Sætta málið skoraði miðverjin Noah Mneney, tá ið ein tími var farin. Hann var harvið sætti málskjúttin.
Hóskvøldið fær Víkingur vitjan av toppliðnum HB.
Víkingur – EB/Streymur 6-0 (5-0)
1-0: Sølvi Vatnhamar 18.
2-0: Gunnar Vatnhamar 26.
3-0: Finnur Justinussen 34.
4-0: Jákup Johansen 37.
5-0: Ari Olsen 45.
6-0: Noah Mneney 61.
Dómari: Dagfinn Forná
Víkingur: Elias Fagrá – Ari Olsen, Atli Gregersen, Noah Mneney, Elias Lervig – Gaza David Turi, Gunnar Vatnhamar (Lukasz Cieslewicz, 70.) – Arnbjørn Svensson (Vukasin Tomic, 82.), Sølvi Vatnhamar, Jákup Johansen – Finnur Justinussen (Andreas Lava Olsen, 70.)
Gult kort: eingin
Venjari: Eyðun Klakstein
EB/Streymur: Rói Zachariasen – Árni G. Olsen, Andras Olsen, Mikkjal Hellisá, Ragnar B. Danielsen – Bárður Olsen, Hjalti K. Djurhuus – Tóki H. Johannesen (Bjarki Zachariassen, 66.), Gestur B. Dam, Gutti Dahl-Olsen (Símun Sólheim, 58.) – Niklas T. Kruse (Rói H. Olsen, 58.)
Gult kort: eingin
Venjari: Jákup Martin Joensen