Annfinn Danielsen er venjari og samskipari hjá MB. Hann hevur vant nógv feløg, og hann hevur mest vant ungdóm.
Annfinn er føddur í Havn. Hann vaks upp í Stoffalág, har ið teir sparkaðu nógv sum dreingir. Teir høvdu sítt egna fótbóltsfelag, Stoffalág Bóltfelag (SB), og teir spældu og einari grasfløtu.
- Tá hevði hvør býlingur í Havn sítt egna felag, og vit spældu móti hinum býlingunum, sigur Annfinn.
- Summarkvøldini gjørdust lang. Vit spældu úti allan dagin heilt móti miðnátt tey ljósu summarkvøldini.
Venjari sum 15 ára gamal
Seinni gjørdist fótbólturin meira skipaður, tá ið tað vóru kappingar í høllini. Tá fingu teir brúk fyri venjara, og tá var Annfinn spurdur.
- Eg varð spurdur til venjara hjá SB, tá ið eg var 15 ára gamal. Tá spældi eg ikki so nógv fótbólt sjálvur, men legði meg meira eftir venjaragerninginum, sigur Annfinn.
Í 1976 gjørdist Annfinn ungdómsvenjari hjá B36. Tá gekk hann á studentaskúlanum í Hoydølum, og hann var so venjari í frítíðini.
Annfinn var nú veruliga vísur í, at hann vildi vera venjari. Men áðrenn høvdu fólk eisini spurt hann til at vera dómara, men tað var ikki nóg spennandi.
- Eg fekk einaferð eina dómarabók frá einum dómara. Ein partur av bókini var um venjing, og eg las einans tann partin. Dømingin hevði ikki mín áhuga, sigur Annfinn flennandi.
Annfinn hevur verið venjari leingi, og hann hevur eisini verið vitni til eina øgiliga menning av fótbóltsspælinum.
- Fótbóltspælið er sera nógv broytt. Spælararnir hava betri bóltførleika. Eg haldi tó, at tað í dag verður lagdur ov stórur dentur á ferðina í spælinum. Tað tekniska verður ikki raðfest. Dreingirnir spæla ov lítið óskipaðan fótbólt, har ið teir hava tíð og umstøður at hjúkla um bóltin og nýta sítt hugflog, sigur Annfinn.
Jóhan Nielsen lærumeistari
Annfinn hevur fingið sína venjaraupplæring gjøgnum bøkur og við at eygleiða aðrar venjarar.
- Tá var eingin venjaraútbúgving. Eg lærdi serliga nógv frá Jóhan Nielsen. Eg eygleiddi hansara venjingar. Eg segði einaferð við Jóhan, at eg havi lært meira frá honum enn av øllum skeiðunum, sum eg havi verið á, sigur Annfinn smílandi.
Annfinn er ikki kendur sum venjari hjá liðum í bestu mansdeildini, eins og Jóhan er. Annfinn hevur mest arbeitt við ungdómi, og tað dámar honum best.
- Eg havi vant okkurt seniorlið, og tað hevur mær dámað væl. Men tað verður lagdur stórur dentur á konditión, tá ið hugsað verður um vaksið fólk, og ikki so nógv um at menna leikararnar. Teir eru komnir í ein aldur, har ið teir ikki læra so nógv meira, og tí fært tú sum venjari ikki gjørt so nógv við til dømis tann tekniska partin. Árni Rein, sum eitt skifti var venjari hjá teimum vaksnu hjá B36, segði einaferð við meg, at eg var heppin at venja yngri lið. Tað helt eg verða løgið, men eg skilti hann betur seinni.
- Ungdómur lærir betri. Har kann eg sum venjari hjálpa leikarunum til at menna seg. Tað er meira spennandi, tá ið tú kanst seta títt fingramerki á leikararnar, sigur Annfinn.
Gevur pláss til hugflogið
Millum nuverandi landsliðsleikarar, sum Annfinn hevur havt undir sínum veingjum, er Jákup á Borg, sum nú er stuðul á besta HB liðnum.
- Jákup á Borg var sum drongur ein hugflogsríkur leikari. Eg kundi ikki læsa hann fastan í einari taktiskari rammu. Tí fekk hann eyka leysar teymar til at gera tað óvæntaða á vøllinum, sigur Annfinn.
Annfinn vil tó ikki taka ein part av æruni fyri avrikini hjá Jákupi.
- Jákup hevur ment seg ótrúliga nógv, men tað er ikki mær at takka. Eg havi ikki gjørt so nógv uttan tað at lova honum at spæla, tá ið hann var ungur, sigur Annfinn.
Annfinn hevur verið leingi við í fótbólti, og hann ásannar eisini, at fótbólturin er ótrúliga nógv broyttur í hansara tíð.
- Fólk hava ymiskan hugburð til fótbólt, og tey føroysku feløgini eru eisini broytt við tíðini.
Fótbólturin fyllir mestsum alt lívið hjá Annfinni, men hann hyggur tó ikki nógv at útlendskum fótbólti.
- Eg havi ikki tíð at fylgja við í útlendskum fótbólti. Feløgini skifta so ofta leikarar, at tú verður í ørvitri, um tú roynir at fylgja við. Fólk halda ofta, at eg veit alt um útlendskar leikarar, men soleiðis er ikki, sigur Annfinn, sum altíð hevur hildið við Liverpool.
Harmast talentvenjing
Annfinn heldur, at fótbólturin ikki einans er um at vinna. Tað er eisini ein menniskjansligur partur við í fótbóltinum.
- Tá ið tú venur børn, er tann sosiali parturin sera týðandi. Fótbóltur er sera týdningarmikil fyri menningina av einum fólki. Tú kanst kenna teg sum ein part av einum felagsskapi.
- Eg haldi tað vera spell, at FSF er farið at arbeiða við talentmenning. Tá verða einstakir leikarar tiknir út, og tað er keðiligt fyri tann sosiala partin. Elitudyrkan er langt úti, tí í veruleikanum mugu tey flestu læra at spæla bólt. Tað eru tey fægstu, sum kunnu sigast at verða talent, tí at tað er viðføtt, sigur Annfinn avgjørdur og heldur fram:
- Venjararnir eiga at vera somikið góðir, at teir góðu leikararnir kunnu menna seg saman við minni góðum leikarum, sigur hann.
Arbeiðsdagurin
Annfinn er í løtuni ungdómsvenjari hjá MB. Hann býr í Havn og koyrir til Miðvágs hvønn dag. Arbeiðsdagurin hjá Annfinni er rættiliga langur, og hann inniber einans fótbólt.
- Eg fari upp um 10 tíðina. Tá geri eg tað síðsta av fyrireikingini til venjingarnar. Eg plagi at fara vestur um 14 – 15 tíðina og so eri eg í MB húsinum hálvan tíma áðrenn fyrsta venjingin byrjar. Tá koma fólk beinan vegin at práta.
Annfinn skal samskipa venjingarnar. Hann hevur ikki sjálvur ábyrgd av nakrari venjing men skal eygleiða venjingarnar.
- Eg eygleiði venjingarnar, og so havi eg møguliga onkra viðmerking til hana. Annars siti eg á kontórinum og skipi fyri, at dómarar eru til dystirnar og annað tílíkt. Vanliga eri eg heima aftur klokkan 22. Tá seti eg meg at lesa bløðini, sigur Annfinn.
Fakta
Navn: Annfinn Danielsen
Føddur: 9. desember 1958
Starv: Ungdómsvenjari hjá MB
Annfinn um politikk
- Eg fylgi væl við í politikki. Eg havi altíð valt Javnaðarflokkin. Javnaðarpolitikkur stendur fyri at verja tey veiku – Tað sæst eisini aftur í mínari fótbóltsfilosofi, sum byggir á tað sosiala.
Annfinn um føroyskan mat
- Tað er heimsins besti matur. Serliga dámar mær ræst kjøt, súpan og knettir. Eg sjálvur eri púra vónleysur í einum køki. Mamma mín plagar at gera mat til mín. Náttúrðin stendur á borðinum, tá ið eg komi til hús
Annfinn um trúgv
- Tað vóru nakrir dreingir í Klaksvik, sum eg vandi, sum gjørdi serligt inntrykk á meg. Teir hoyrdi til brøðrasamkomuna, og teir vóru altíð fyrst til at bera mál og hjálptu annars til at fáa venjingina at rigga. Tá fekk eg áhuga fyri brøðrasamkomuni, og eg varð doyptur hjá brøðrasamkomuni í 1999, og har hoyri eg til. Eg haldi, at tað eigur at verða samsvar ímillum tína trúgv og tína atferð.
Venjarastørv hjá Annfinni
SB
B36
Streym
U-16 landsliðsvenjari
KÍ
MB