Borgarstjórin í Havn heiðraði í dag Havnar Svimjifelag.
Eftir at Havnar Svimjifelag vann fleist heiðursmerki í Føroyameistarakapping á langgeil, sum hevur verið í Vági um vikuskiftið, hevði borgarstjórin í Havn boðið svimjarunum á gátt í Móttøkuhúsinum seinnapartin.
Annika Olsen er sjálvur gamal svimjari, so hon veit, hvat tað merkir at kappast við seg sjálvan allatíðina um at fáa bestu tíðina.
– Eg veit, at tað liggja nógvir tímar aftan fyri venjingarnar, og at tit fara tíðliga upp á morgni, áðrenn hinir javnaldrarnir hava fingið eygu, segði Annika Olsen, sum bæði var stolt og fegin um, at heiðurin fyri fyrsta plássið í svimjingini er komin aftur til Havnar
Trýstið á pílin á mynini fyri at síggja og hoyra tað, Annika Olsen segði við svimjararnar hjá Havnar Svimjifelag.