Annika hevði 13 bjargingar men Haukar taptu greitt

Annika Fríðheim Petersen og liðfelagarnir í Haukum taptu fyrsta Play Off dystin um rættin at spæla í hálvfinalunum um íslendska meistaraskapið

Føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen gjørdi sítt við 13 bjargingum, teirra millum einari brotskastsbjarging tá lið hennara, Haukar spældi fyrsta Play Off dystin móti Vali á útivølli um rættin at spæla í hálvfinalunum um íslendska meistaraskapið.

 

Valur vann rættiliga greitt 25-19 á Haukum. Valur var á odda 13-11 í steðginum.

 

Haukar fáa møguleikan aftur móti Vali á heimavølli sunnukvøldið klokkan 19, men tann dysturin má og skal vinnast.