Annika Hoydal um William á Den Anden Radio

Annika Hoydal hevur gjørt eina útvarpssending, har hon lýsir høvundin William Heinesen, sum hon kendi frá barnaárum. Hon førir fram nakað av tí, ið William skrivaði í sangi, talu og imitatión.

Sendingin er at hoyra frá sunnudegnum á Den Anden Radio, ið er public service rás hjá DR, har eldri DR starvsfólk starvast. Eitt av starvsfólkunum er Karl Johan Mikkelsen, ið er føroyingur, og sum longi hevur starvast hjá Danmarks Radio, og tað er hann, ið ger vart við møguleikan at hoyra hesa sending.

Rásin er fíggjað av ymsum grunnum, t.d. Statens Kunstfond og Nordisk Kulturfond.

Talan er um internet radio og til ber at leita seg innar á www.d2r.dk