Annika og liðfelagarnir vunnu týðandi heimasigur

Aftaná seks tap á rað eydnaðist tað Follo at vinna á heimavølli í dag

Loksins bragdaði hjá Anniku Fríðheim Petersen og hennara liðfeløgum í Follo í bestu hondbóltsdeildini í Noregi. 

 

Aftaná seks tap á rað eydnaðist tað í dag Follo at vinna ein dyst aftur.

 

Follo vann á heimavølli ein sera týðandi 30-28 sigur á Oppsal. Í steðginum var Follo á odda 14-13.

 

Annika bjargaði 14 málroyndum, og var vald at vera dagsins leikari. 

 

Follo er næstaftast í deildini við átta stigum. 

 

Komandi sunnudag spælir Follo á útivølli móti Fredrikstad.