Annika og Nykøbing endaðu á fimta plássinum í grundspælinum

Annika Fríðheim Petersen hevði væl meira av bjargingum enn kappingarneytin, Cecilie Greve í kvøld

Málverjarnir hjá Nykøbing Falster høvdu ikki so stórt samlað bjargingarprosent tá Nykøbing Falster tapti 27-32 (15-18) fyri Esbjerg á útivølli í dysti í bestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld.

 

Føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen stóð seg tó munandi frægari enn kappingarneytin, Cecilie Greve. Annika bjargaði seks av 23 royndum, og hevði eitt bjargingarprosent uppá 26 prosent.

 

Cecilie Greve bjargaði bara einari roynd av 16 møguligum, og hevði eitt bjargingarprosent uppá bara seks prosent.

 

Nykøbing Falster endaði á einum fimta plássi í grundspælinum við 29 stigum fyri 26 dystir.

 

Nú fara Annika og liðfelagarnir at gera klárt til eitt torført, men spennandi endaspæl.