Annika vann á Súnu og Lív

Føroyingauppgerð var í bestu donsku kvinnudeildini í hondbólti í kvøld

Annika Fríðheim Petersen og hennara liðfelagar í Nykøbing Falster tóku í kvøld móti Súnu K. Hansen, Lív S. Poulsen og teirra liðfeløgum í Ajax í heimadysti í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Nykøbing Falster vann ein sannførandi 32-24 sigur. Í steðginum var Nykøbing Falster á odda 17-11. 

 

Annika bjargaði 6 av 27 málroyndum í málinum hjá Nykøbing Falster. Súna skoraði eitt mál og legði upp til fýra onnur mál, og hon vann eisini liði sínum eitt brotskast. 

 

Ígjár vann liðið hjá Pernille Brandenborg, Keypmannahavn 30-27 (18-12) á Silkeborg Voel á útivølli. Pernille skoraði tvey mál fyri Keypmannahavn.

 

Keypmannahavn og Nykøbing Falster hava vunnið seg í endaspælið, meðan Ajax er í tungum sjógvi. 

 

Nr.Lið:DystirStig
1Odense 2139
2Team Esbjerg2135
3Ikast 2130
4Keypmannahavn2128
5Viborg HK2127
6Nykøbing Falster2126
7Silkeborg-Voel2221
8Aarhus United2117
9Horsens 2116
10Ringkøbing2213
11SønderjyskE2210
12Ajax 217
13Skanderborg217