Anskar Hansen: Neyðin er stór í Rumenia

Anskar Hansen, málarameistari í Klaksvík hevur fingist nógv við at gera hjálpararbeiði í fátæka landinum Rumenia.

Føroyingar hava gjørt nógv við at senda neyðsynjarvørur til Rumenia tey seinnu árini, men sambært Anskari Hansen er neyðin so stór, at talan er bert um ein dropa í tí stóra havinum.

Seinnu árini hevur Anskar Hansen saman við øðrum staðið fyri eini serligari neyðhjálpar-verkætlan, sum nevnist "Sólstrálan".

Peningurin, sum kemur inn til "Sólstráluna" fer til at hjálpa einari nú 13 ára gamlari, rumenskari gentu, sum hevur skerdar førleikar. Tað hevur eydnast at fáa 13 ára gomlu, Mihaulu undir skurð, og er hon vorðin nógv betur fyri, eisini takkað verið fysioterapeutiskum viðgerðum. Men viðgerðirnar í Rumenia eru skelkandi dýrar í mun til hvussu fátækt landið er.

Anskar Hansen vitjaði morgunsendingina hjá Ràs2 í morgun, har hann greiddi frá hjálpararbeiðnum í Rumenia, umframt, at hann greiddi frá arbeiðnum at hjálpa tí 13 ára gomlu rumensku gentuni, Mihailu.

Tað ber til at hoyra prátið við Anskar Hansen undir greinini.