Í Noregi fær Arbeiðaraflokkurin stóra framgongd í einari nýggjari meiningakanning.
Kanningin, sum Gallupstovnurin hevur gjørt fyri blaðið VG og sjónvarpið TV2, gevur Arbeiðaraflokkinum 27,5 prosent av atkvøðunum. Tað er 2,5 prosentstig meiri, enn flokkurin fekk í einari kanning í síðsta mánað. Kanningin gevur eisini tveimum av teimum trimum stjórnarflokkunum framgongd. Høgri fær eitt prosentstig afturat og fær 17,5 prosent, Vinstri fær eisini eitt prosentstig afturat og fær 3,5 prosent, meðan Kristiligi Fólkaflokkurin hjá Kjell magne Bondevik, forsætisráðharra missir 0,5 proisentstig og fær 5,5 prosent.
Í andstøðuni er tað bara Arbeiðaraflokkurin,sum hevur framgongd. Framburðsflokkurin missir 2,5 prosent og hevur nú 20,5 prosent, og Sosialistiski Vinstriflokkurin missir 0,5 prosent og fær 16,5 prosent.