AP Møller-Mærsk hevði eitt serstakliga ringt ár í fjør. Umsetningurin í felagnum dalaði frá góðum 280 milliardum krónur niður í 246 milliardir krónur og undirskotið hjá felagnum fyri árið í fjør var um 13.2 milliardir krónur.
Allar tríggar deildirnar í felagnum, Mærsk Line, Mærsk Supply Service og Mærsk Drilling, endaðu árið 2016 við undirskoti.
Tað skriva fleiri danskir miðlar í dag.
Hetta er bert aðru ferð, at felagið hevur undirskot. Fyrstu ferð var í 2009, men tað var ikki so ringt sum hesuferð.
Fleiri føroyingar hava eisini merkt gongdina í Mærsk. Fleiri føroyingar mistu starvið umborð á skipum hjá Mærsk í Supply Service deildini, tá fleiri av skipunum annahvørt blivu seld ella koyrd úr vinnu.
Søren Skou, stjóri á Mærsk, sigur, at 2016 var eitt tungt ár, við nógvum broytingum í felagnum. Millum annað vórðu stórar niðurskrivingar framdar í bæði Supply Service og Drilling.
Felagið væntar tó, at 2017 verður eitt betri ár, har størri dentur verður lagdur á virksemi hjá felagnum, ið viðvíkur farmaflutningi.