Apple Music: Lea Kampmann er millum tey bestu hesa vikuna

Føroyska sangarinnan fær viðurkenning frá Apple

Føroyska sangarinnan og sangskrivarin Lea Kampmann er komin í fínt selskap. Hon hevur fingið eitt lag á listan av bestu sangunum hesa vikuna á stroymingstænastuni Apple Music - Best of the week

Talan er um lagið Sail, sum er nýggjasta staklagið hjá Leu Kampmann.

Av øðrum nøvnum, sum hava fingið sítt lag á playlistan hesa vikuna kunnu nevnast: Vampire Weekend, Ariana Grande, Diplo, D:A:D, Jonas Brothers og Nik & Jay. 

- Hetta er ein sangur, eg skrivaði á einum regnuttum degi fyri nøkrum árum síðani. Sangurin er upptikin í Studio Bloch í 2016, og endiliga er hann úti á øllum platformum, skrivar Lea Kampmann á Facebooksíðu síni.

Playlistin verður dagførdur hvørja viku við tí besta nýggja tónleikinum kring heimin. HER kanst tú síggja listan.

- Hetta er ein tann besti listin at vera á, sigur Tutl, sum hevur givið sangin út.

Annars ber til at hoyra lagið niðanfyri.

##med2##