Apríl 2010

Dýrast í Europa


Vit hava havt illgruna um tað leingi. Men nú er tað vísindaliga staðfest: Føroyar er nógv tað dýrasta landið í Evropa at liva í. Men tað er ikki tí, at flutningskostnaðurin til Føroyar er so dýrur, ella tí at avgjøldini eru so høg. Høvuðsorsøkin er, at kappingin er so lítil og hetta elvir til óneyðuga høgar prísir.


Føroyingar eiga í hvussu so er eitt evropamet. Og tað er í høgum prísum!

Tað er niðurstøðan av eini umfatandi kanning, sum Heri á Rógvi, búskaparfrøðingur, hevur gjørt hetta síðsta hálvt¬annað árið við stuðuli frá Kappingarráðnum, Sam¬taki, universitetinum í Århus, Uttanríkisráðnum og Lands¬bankanum.

- Úrslitið av kanningini er, at sum heild er keypiorkan hjá føroyingum heili 14% lægri enn keypiorkan í Dan¬mark.

Tað er áður staðfest, at Dan¬mark er dýrasta land í Evropa at liva í. Men nú er tað so prógvað, at tað er uppaftur nógv dýrari at búgva í Føroyum.

Í kanningini, sum akkur¬át er liðug, hevur bú¬skap¬ar¬frøðingurin samanborið keypi¬¬orkuna hjá føroy-ing¬um og danskarum fyri so¬leiðis at kunna samanbera livi¬korini í báðum londunum.


Ov lítil kapping

Heri á Rógvi staðfestir eisini, at tað er ikki hvørki flutn¬ing¬ur ella av¬gjøld sum gera, at tað er so nógv dýrari at keypa vørur og tænastur í Før¬oyum, enn í Danmark.

Heri á Rógvi sigur: Avgjøldini eru at kalla tey somu, burtur sæð frá, at vit hava verjutoll á nøkrum heilt einstøkum vørum.

Og flutningsútreiðslurnar eru bara orsøk til eini 5% av prís¬muninum.

– Høvuðsorsøkin til, at tað er so nógv dýrari í Før¬oy¬um, er, at vit hava so lítla kapping á nógvum av¬gerð¬andi økjum.

– Nógv viður¬skifti í Før¬oyum er merkt av, at vit hava ein, tveir, ella nakrar heilt fáar veitarar á økinum. Hetta er eisini galdandi fyri viður¬skifti, sum hava stóran týdn¬ing fyri brúkaran.

– Tað førir við sær, at kapp¬ingin verður ov lítil og tað førir so aftur til hægri prísir enn neyðugt.

Hann vil ikki við hesum siga, at føroyskir handlar og fyritøkur misbrúka sína mark¬naðarstøðu til at smyrja tjúkt upp á prísirnar.

– Men tað er ein sann¬roynd, at monopol og duopol føra til einsháttað út¬boð av vørum og tænastum og eins¬háttaðar prísir. Og tað eru nógv tekin um, at hetta er støðan í Føroyum, sigur Heri á Rógvi.

- Marknaðarstøðan, sum er í Føroyum, elvir til, at prísir¬nir verða hægri enn teir høvdu verið undir vanligum kappingarumstøðum og tí er tað stak óheppið, at kapp¬ingin er so avmarkað, sigur Heri á Rógvi.


***


Øskan argar

Øskurokið frá gosinum í Íslandi órógvar alt Europa. Flogførini kunnu ikki flúgva, tá ið øksubitlarnir spreiða seg í luftstreyminum, og í dagavís mugu flogfør standa á jørðini, meðan bíðað verður eftir, at ættin skal skifta, ella at øskustreymurin fer at minka. Ferðslan kring alt Europa verður órógvað, og flogfeløgini missa stórar upphæddir, tí tey ikki fáa havt virksemið hjá sær koyrandi.

(mynd)



500 børn líða neyð

Ein nýggj kanning um korini hjá støkum uppihaldarum í Føroyum vísur, at í minsta lagi 500 børn í Føroyum liva í fátækradømi.

Sambært Siri Hansen og Annika Antoniussen, sum hava gjørt kanningina, er hugburðurin í Føroyum sum heild, at her er onki fátækradømi, og at familjan altíð traðkar til, tá ringast veit við.

- Men, tá samfelagið á hendan hátt skákar sær undan vælferðarábyrgdini og leggur hana yvir á familjurnar, er vandi fyri, at munurin millum fátøk og rík bara økist, sigur Annika Antoniussen.



Fara burtur frá sprutti

Síðani Rúsan hækkaði prísirnar í heyst, er sølan nógv minkað, og serliga er sølan av sprutti minkað munandi. Men tað er eisini í fullum samsvari við endamálið hjá Rúsuni, sigur stjórin

- Okkara endamál er avgjørt at broyta drykkivanarnar, so at rúsdrekka ikki bara verður keypt fyri at virkningum, men heldur fyri njótilsi, sigur Elsa Maria Olsen.

- Í Rúsuni royna vit at menna eina góða drykkjmentan, har tað ikki bara ræður at drekka seg skít, men har drykkjuvørurnar í størri mun verða tengdar saman við góðum mati og njótilsi, sigur hon.


Gunnar í Premier League

Fyri fyrstu ferð nakrantíð spælir ein føroyskur fótbóltsspælari í sterkastu fótbóltskappingini í Europa – ensku Premier League. Landsliðsmálmaðurin Gunnar Nielsen er eykamálmaður hjá Manchester City, og tá ið málmaðurin Shay Given verður skaddur í seinna hálvleiki av dystinum ímóti Arsenal, verður Gunnar Nielsen settur á vøllin. Hann heldur málið reint seinastu løtuna av dystinum.



***



Tað nyttar einki, um øll sita sum grátikonur við høvdinum í fanginum og siga, at landið er farið á heysin.

Kaj Leo Johannesen, løgmaður


Øll vilja vera ung, eingin vil vera gamal. Men alternativið er verri. Eg vóni bara, at eftirlønin er so mikið góð, at hon røkkur til, so eg fái ein rímiligan aldurdóm.

Sjónvarpskvinnan Sigrún Brend