Tveir menn vórðu særdir av skotum í einari handilsmiðstøð í Odense seinnapartin Løgreglan sigur frá eygnavitnum, at tað var ein arabiskur maður, sum lat fleiri skot av eftir nøkrum ísraelsmonnum, sum vóru inni í handilsmiðstøðini Rosengårdcentret.
Tveir menn vórðu raktir, annar í annan armin og hin í annað beinið, men sambært løgregluni er hvørgin teirra í lívsvanda.
Løgreglan í Odense sigur við Ekstrablaðið, at gerningsmaðurin var einsamallur.